Umsjónarfólk til Vestmanna havn

Umsjónarfólk til Vestmanna havn

 Vestmanna kommuna søkir eftir umsjónarfólki til Vestmanna havn at byrja sum skjótast.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv undir leiðslu av arbeiðsformanninum hjá Vestmanna kommunu.

 

Umframt at hava Vestmanna havn sum arbeiðsøki, ert tú eisini í arbeiðstoyminum hjá Vestmanna kommunu.

 

Vit ímynda okkum ein fyrikomandi og samstarvssinnaðan persón, ið er nærlagdur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

 

Høvuðsuppgávur:

·       Leggja arbeiði og viðlíkahald á havnarøkinum til rættis í samráð við arbeiðsformannin.

·       Taka ímóti og leiðbeina skipum, sum hava tørv á tí.

·       Vera í telefonvaktarskipan saman við øðrum.

·       Skrivstovuuppgávur og aðrar fyrifallandi uppgávur á Havnarskrivstovuni.

·       Uppgávur í toyminum, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini

 

Førleikakrøv

o  ISPS-góðkenning. Hetta kann eisini gerast, í sambandi við at viðkomandi er settur í starvið.

o  Royndir við omanfyrinevndu arbeiðsøkjum

o  Góðar málførleikar og telduførleikar

 

Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Setanarøkið er Vestmanna kommuna og setanarstaður er havnarskrivstovan/maskinhøllin.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Paula T. Petersen, borgarstjóra, á telefon 770 107 ella teldupost [email protected]

 

Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. november 2019 kl. 12:00.

 

Vestmanna kommuna

Bakkavegur 8

Postboks 91

355  Vestmanna

[email protected]