Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 12. mai 2024
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Bogi Jacobsen
Tekniskur stjóri
503030
bogij@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Tórshavnar kommuna søkir eftir deildarleiðara til Byggimálsdeildina.

Tú verður leiðari fyri eini stórari og kompetentari fakdeild, sum er byggimyndugleikin í størstu kommununi í landinum. Tú fært ábyrgdina av, saman við leiðsluni í Teknisku fyrisiting at menna og røkka teimum málum, sum kommunan setur sær innan økið. 

Leiðarin á byggimálsdeildini er partur av leiðsluni á Teknisku Fyrisitingini, saman við tekniska stjóranum, býarverkfrøðinginum, býararkitektinum, leiðaranum á Bygningsdeildini, leiðaranum á umhvørvisdeildini.


Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðaranum

Byggimálsdeildin er ein myndugleikadeild, sum tekur sær av byggimálsviðgerð og byggiloyvum, útstykkingarloyvum og matrikkulmálum hjá kommununi.

Tú kemur at hava ábyrgdina av, at øll mál, sum deildin umsitur, fáa eina  dygdargóða viðgerð og at málini verða avgreidd innan eina ásetta tíðarfreist.

Tú skipar og mennir deildina, sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum málum.


Uppgávurnar eru:

  • at tryggja fullgóða og fakliga dygdargóða málsviðgerð í øllum málum
  • tryggja góða tænastu, greiðar mannagongdir og vegleiðingar til borgaran
  • at veita borgarum, politikarum og øðrum deilum holla ráðgeving
  • at tryggja, at mál sum skulu fyri nevnd verða væl lýst at málini verða avgreidd samsvarandi politiskum samtyktum
  • at vera við í leiðslubólkinum á tekniska økinum og virka fyri, at bólkurin virkar sum ein eind og taka lut í tekniska netverkinum hjá Kommunufelagnum


Útbúgving og royndir

Tú skalt hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni t.d. verkfrøðingur, byggifrøðingur við drúgvum royndum ella løgfrøðingur við innlit í tekniska økið. Ert tú verkfrøðingur ella byggifrøðingur, er tað ein fyrimunur, um tú hevur vitan um ella royndir við byggiløgfrøði. Tað verður væntað at tú hevur leiðsluroyndir frá almennari fyrisiting í einum politiskum umhvørvi.

Tú skalt hava góð leiðaraevni og ynskiligt er, at tú kanst vísa á góð úrslit frá øðrum leiðarastarvi, á sama fakliga ella fyrisitingarliga støði.

Tú skalt hava góðan kunnleika til føroysk samfelagsviðurskifti og kunna tulka samfelagsrák, bæði í mun til framskygni og avmarking í tí dagliga yrkinum.

Tú skal tosa og skriva føroyskt á høgum støði.


Leiðsluførleikar

  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa dagliga arbeiði á deildini og geva starvsfólkunum ábyrgd
  • Tú hevur góða slagkraft og kanst standa fast og ikki missa tamarhaldi – eisini í mótstøðu.
  • Tú hevur eitt gott orð á tær, og tað hevur týdning fyri teg at vera siðiligur og álitisvekjandi í samstarvinum og samskiftinum við bæði borgarar, starvsfólk og politikarar og onnur
  • Tú hevur jaligan hugburð, dugir væl at finna loysnir og at  greina og skera mál til, soleiðis at deildin kann veita eina góða tænastu.
  • Tú arbeiðir miðvíst fyri títt arbeiðsøkið og kanst vísa á úrslit
  • Tú samskiftir og miðlar týðiligt og við trúvirði bæði á skrift og í talu
  • Tú megnar at arbeiða undir trýsti
  • Tú hevur góðan førleika og sær fyrimunin í at nýta talgild amboð og data at stýra arbeiðsgongdum við, og leggur teg eftir at tryggja, at deildin altíð gagnnýtir sínar KT-skipanir til fulnar
  • Tú raðfestur at heimasíðan hjá kommununi, og harvið borgarin, altíð hevur fullfíggjaðar og dagførdar upplýsingar um uppgávur og ábyrgdarøkið hjá Byggimáldeildini


Setanarviðurskifti

Starvið er sett og lønt sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag sum deildarleiðari.

Starvið verður sett av Fíggjarnevndini.


Samband

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú í trúnaði seta teg í samband við Boga Jacobsen, tekniska stjóra, á telefon 50 30 30 ella við telduposti á bogij@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. mai 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda.