Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Er tað tær vit leita eftir, vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovu, miðlingastovu og barnagarstovu, at byrja 1⁄2 mai og 1⁄2 august ella eftir avtalu.

Námsfrøðingar ið verða útbúnir í juni 2024, eru vælkomnir at søkja størvini. Vit hava sum er, Námsfrøðing á øllum stovum.

Barnahúsið Sellin er normeraður til 60 børn. Vit hava tvær vøggustovur, eina miðlingastovu, eina barnagarðsstovu, og sjálvstøðugan frítíðarstovu

Førleikakrøv:
• Vit ynskja at tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur og er ígongdsetandi.
• Er opin, jalig, hevur hug og hegni at veita umsorgan og hevur góð samstarvsevni.
• Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
• Vil viðvirka til at menna námsfrøðina á stovninum.
• Tekur undir við, at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi
• At tú sært møguleikar, ið nátturðan hevur at bjóða og gert brúk av teimum í dagliga arbeiðinum.
• Tað hevur týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Vit kunnu bjóða:

• Góðar arbeiðsumstøður
• Eitt spennandi og mennandi starv, har tú hevur ávirkan á dagligdagin
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum,

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu, at fáa vil vega barnaváttan, tá umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin, við at venda sær til Nancy Poulsen, leiðara, á tlf. 212252/667160

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum ummælum, skal sendast til [email protected] innan 05. Mai 2024