Tøkt starv

Vertir og vertinnur til nýggja matstovu í Saltangará

Ein nýggj matstova letur skjótt upp í nýggjum hølum í Saltangará. Vit hava gjørt nógv burturúr at skapa góðar umstøður, bæði fyri okkara starvsfólk og okkara gestir. Í fyrstu syftu bjóðar matstovan à la carte og hevur opið millum kl. 17 og 22 hvønn dag í vikuni. Eftir summarferiuna er ætlanin at bjóða døgurða millum kl. 11 og 14 gerandisdagar.

Vit ynskja at verða kend fyri framúrskarandi tænastu. Tí leita vit eftir fleiri nýggjum starvsfólkum, sum tíma at vera vertir/vertinnur fyri okkara gestir. Ein vertur/vertinna hevur ábyrgd av, at gestirnir fáa eina góða uppliving á matstovuni. Starvið inniber m.a. at:

  • Taka móti gestunum og vísa teimum til borðs
  • Greiða frá matskránni og úrvalinum av drekkivørum
  • Borðreiða fyri gestunum
  • Gera drykkir til gestirnar
  • Tryggja, at gestirnir njóta máltíðina og løtuna
  • Halda matstovuna reina og ruddiliga

Ongin umsóknarfreist er. Vit seta rætta viðkomandi, tá rætti viðkomandi er funnin.

Vit bjóða

Tað hevur týdning, at okkara starvsfólk trívast. Tí bjóða vit m.a.:

  • Eitt mennandi og stuðlandi arbeiðshvørvi
  • Kappingarføra løn
  • Fleksiblar arbeiðstíðír
  • Eina máltíð um dagin
  • Avsláttur tá tú ert gestur á matstovuni
  • Fyri hálv- og heiltíðarsett starvsfólk bjóða vit ískoyti til limaskap í fitness-centri

Harafturat fært tú upplæring í tænastu, mati, víni, øli, drykkjum, reinføri og øðrum viðurskiftum.

Vit vænta

Vit vænta, at tú tímur at arbeiða, og møtir væl upp.

Tað er ikki eitt krav, men ein fyrimunur um tú hevur royndir frá líknandi starvi. Tað týdningarmesta er, at tú tímur at geva gestunum eina góða uppliving.

Vit vænta av tær, at tú skilir og tosar føroyskt.

Setanartreytir

Lønin verður sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum og er kappingarfør.

Tú kanst arbeiða so nógv – ella so lítið – sum tær lystir. Møguleiki er bæði at arbeiða fulla- og niðursetta tíð.

Meira kunning

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Signar Nielsen, stjóra, á telefon 559020 ella við at senda ein teldupost til signar@rist.fo.