Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Heilsuskúlin søkir eftir lærarum til at undirvísa, í donskum og samfelagsfrøði á C stigið. Talan er um 75 undirvísingartímar pr. ár, í báðum fakum. Viðkomandi skal hava útbúgving á, í minsta bachelor stigið.

Um starvið
Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at taka lut í øðrum uppgávum, ið ikki beinleiðis eru knýttar at fakligu undirvísingini. Hetta arbeiðið kann liggja uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.

Fleiri upplýsingar 
kunnu fáast við at venda sær til Vivie Davidsen stjóra, á telefon 294200 ella við telduposti til [email protected].
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.


Umsóknarfreistin er hósdagin 2. mai 2024.
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya til [email protected].

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 15 fólk í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á Heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.