fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Dugir tú at lesa sjókort?

Á deildini Land- og sjókort er fjølbroytt starv leyst at søkja. Sjókortøkið er í stórari menning og komandi árini verður S-100 standardurin tikin í nýtslu. Talan er um tøkniligan pall, har fleiri og betri talgildar skipanir verða samankoyrdar at stuðla undir e-navigatión sum ásett av IMO.

 

Um starvið

Starvið fevnir í høvuðsheitum um fyrisiting og samskipan av sjókortøkinum.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

-          fyrisiting av sjókortøkinum.

-          at kunna seg um lógir og reglur innan sjóøkið.

-          at hava eitt virkið samskifti við samstarvspartar í Føroyum og altjóða.

-          at taka lut í sjóuppmátingum. Tú kanst rokna við at vera á sjónum nakrar ferðir um árið og vera heimanífrá upp í 2 vikur hvørja ferð.

-          at fremja og fyrisita hydrografiska standardin S-100 í føroyskum sjóøki.

-          at dagføra og menna sjókort og onnur rit, og meta um, hvussu sjókort kunnu brúkast av siglingarlærdum.

-          at taka sær av viðkomandi samstarvsavtalum og sáttmálum.

-          at umboða sjókortmyndugleikan í altjóða samstarvi.

 

Førleikar og royndir

Vit vænta at tú:

-          hevur viðkomandi hægri útbúgving innan eitt nú løgfrøði, verkfrøði, landafrøði, sjóvinnu ella aðra viðkomandi útbúgving.

-          dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.

-          ert ágrýtin og framfúsur/in og leitar eftir haldgóðum loysnum.

-          hevur góðan kunnleika til føroyskt og enskt í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til sjókort, hevur royndir og innlit innan fyrisiting, millumlanda samstarv ella maritima økið og hevur tøkniligt tev.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og starvsbyrjan verður eftir avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Umhvørvisstovan á Argjum. 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. apríl 2024.  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Stein Fossá, deildarleiðara á Land- og sjókort, teldupostur steinf@us.fo ella á tlf. 234350.

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.

Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið soleiðis, at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

 

 

Lagt út tann
15. mar. 2024
Starv
Starv til sjókortøkið
Starvsheiti
Dugir tú at lesa sjókort?
Virki
Umhvørvisstovan
Deild
Land og Sjókort
Umsóknarfreist
29. apr. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor