Føroya besti KT-ráðgevi?

Føroya besti KT-ráðgevi?

 Vilt tú røkja KT-kervið hjá nøkrum av fremstu fyritøkunum í Føroyum? Hjá Framskák ganga vit á odda við sterkastu tøknini og byggja loysnir, sum skapa karmarnar um ein góðan arbeiðsdag. Vit søkja nú ein dugnaligan KT-ráðgeva til toymið.

Um starvið
Tú kemur at ráðgeva, sniðgeva, verkseta og stuðla uppundir røttu KT-loysnunum hjá kundum okkara.

Tú verður ein týðandi partur av einum vaksandi toymi av serfrøðingum í tøkniligum tænastum til vinnuna. Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum:

  • Ráðgeving, netumsiting, KT-rakstri, mannagongdum, vegleiðingum, skjalfesting og KT-hjálp.
  • Veita fjar- og nærhjálp.
  • Feilfinna og loysa hardware/software trupulleikar.
  • Stuðla sølutoyminum í teirra arbeiði við at selja og seta í verk tøkniligar loysnir.

Um teg
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur, framfýsin, og at tú sum persónur hevur ein jaligan hugburð og gott arbeiðslag. Trivnaður hevur stóran týdning hjá Framskák, og vit ganga høgt uppí vitanardeiling millum starvsfelagar. Tí ert tú eisini fús/ur at traðka til, tá tørvur er á tí, og hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú dugir væl at seta orð á og greiða frá tøkniligum hugtøkum. Tú tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Fyrimunir

  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur vitan um TCP/IP, LAN, WLAN, servarar, Virtualisering, AD, Entra ID, Microsoft 365 & backup loysnir.
  • At tú hevur 2+ ár av viðkomandi starvsroyndum innan KT-økið.
  • Ynskiligt er, at tú hevur viðkomandi KT-útbúgving.
  • Tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum.

Vit bjóða
Við tøkni, verkseting og røkt, ið eru tey trý kjarnuøkini hjá Framskák, skapa vit karmarnar um ein góðan arbeiðsdag. Hjá Framskák starvast serfrøðingar og ráðgevar við áralangum royndum úr KT vinnuni og hava vit síðani 2013 verið álítandi veitari av vørum og tænastum til føroyska vinnulívið.

Vit eru eitt ungt, men tøkniliga framkomið virkið. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi starv við góðum starvsfeløgum, har tú fært møguleika at hava ein virknan leiklut í menningini og gongdini hjá felagnum. Vit hava eldhugað starvsfólk, ið brenna fyri virkseminum, og tann fakliga menningin er ein partur av okkara virksemi. Løn- og setanartreytir eru eftir avtalu. Starvsstaðurin er á Skálatrøð í Tórshavn. Vit arbeiða á starvsstaðnum, men væntast kann nakað av ferðing út til kundar.

Umsókn

Umsókn til starvið saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til [email protected] í seinasta lagi 1. mai 2024 á middegi, kl. 12:00.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted, KT- og tænastuleiðara, við at senda teldupost til [email protected] ella at ringja 225007.