Bókhaldsfólk til P/F Frost

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Bókhaldsfólk til P/F Frost.

Vit søkja eftir fólkið til bókhald og skrivstovu arbeiðið at byrja eftir nærri avtalu.

P/F Frost fevnir víða í føroyska samfelagnum og veitir tænastur innan el og køling til vinnu og skip.

Skrivstovan er á Hjalla í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávur verða m.a.:

 Alt bókhald.

 Skrivstovuhald og móttøku.

 At svara telefon og upprætta arbeiðsuppgávur í okkara skipan.

 At røkja skrivstovu í samband við tilfar o.a.

Vit vilja, at tú:

 Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.

 Ert sera væl skipað/-ur, hevur yvirlit eins og eyga fyri smálutum.

 Ert tænastusinnað/-ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir.

 Hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir.

 Dugir væl føroyskt, danskt og enskt i skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við bókhaldsskipanini Dynamics 365 Business Central.

Vit bjóða tær:

Eitt gott starv á einum góðum arbeiðsplássi við fittum starvsfeløgum, har vit vilja gera nógv fyri

starvsfólkatrivnaðin. Vit hava ein góða og nýggja skrivstovu við frálíkum útsýni.

Talan er um eitt fulltíðarstarv frá 8 – 16.

Løn:

Vit vilja bjóða góða løn til rætta fólkið.

Umsóknarfreist er 13 mai 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niclas A Poulsen, stjóra hjá P/F Frost, á tlf.

217811 ella við telduposti til [email protected]

Umsóknir til starvið skullu sendast til [email protected]