Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Fólk til at ramma inn og uppsetan av herdaðum glasi.

Vit søknast eftir einum dugnaligum fólki til at ramma inn og at hjálpa til at seta

herdað glas upp.

Tú kemur at hava ábyrgdina av rammuverkstaðnum, og kemur at leggja tær dagin

til rættis sjálv/ur.

Rammuverkstaðið framleiðir og umvælir rammur, laminerar myndir og kort,

skerur passepartout o.t.

Týdningarmikið er, at veita kundanum eina góða tænastu og eitt handverk, ið er

væl úr hondum greitt.

Vit vænta

 At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt

 At tú hevur eitt gott handalag og eyga fyri smálutum.

 At tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir

 Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan handverk. Útbúgving er ikki eitt

krav.

Vit bjóða

 Ein spennandi gerandisdag við ymiskum uppgávum

 Eitt starv, sum gevur møguleika fyri persónligari og fakligari menning

 Eitt gott arbeiðsumhvørvi

Atlanticpane

Atlanticpane hevur 50 ár á baki, og hevur bjóðað innramming í 42 ár.

Til dagligt starvast 12 fólk á virkinum. Ávíkavist á kontórinum,

rammuverkstaðinum, í handlinum, framleiðsluni og montørarbeiði.

Atlanticpane framleiðir ymiskar sergjørdar vørur innan glas, til føroyska

marknaðin.

Umsókn

Umsóknir við CV og møguligum viðmæli skulu sendast til [email protected]

Umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Dan Jacobsen, stjóra, á tlf.

739403. Ynskiligt er at tú byrjar sum skjótast.