Kunning

Forritari til Elektron!

15. 04. 2024

Virksemið í menningardeildini á Elektron er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum starvsfeløgum.

Menningardeildin á Elektron verður í dag myndað av fólki, ið fakliga spenna víða, og sum virka í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum skiftandi uppgávur.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Fjølbroyttar og skiftandi menningaruppgávur
  • Arbeiði við backend- og / ella frontend-menning
  • Persónliga menning (skeið)

 

Vit vænta av tær:

  • at tú hevur viðkomandi útbúgving – ella
  • at tú hevur fleiri ára royndir innan KT

 

Eisini vænta vit, at tú hevur royndir innan nøkur av hesum økjum:

  • .Net
  • C#
  • Angular
  • Java
  • Databasur (MS SQL ella Oracle)

Umsókn

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Hans Petur Weihe, deildarleiðari í menningardeildini

Tel. 295107

Tpost: hansp@elektron.fo

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo.  

Umsóknarfreistin er 30.04.2024

Um Elektron 

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Í Elektron starvast  66 fólk, og árliga sølan er umleið 100 mió.kr.