Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Berg Motors er í stórari menning, og sóknast vit tí eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum verkstaðsleiðara til okkara persónbilaverkstað.

Sum verkstaðsleiðari hevur tú ein lyklaleiklut hjá okkum, og ert við til at mynda okkum yvirfyri viðskiftafólkum og veitarum. Tí er sera umráðandi, at tú ert útvend/ur og fyrikomandi.

Arbeiði fevnir í høvuðsheitinum um:

· Kundamóttøka- og samskifti

· Innskriving og fakturering

· Skipan og góðskutrygging av dagliga arbeiðnum

· Samskifti við okkara veitarar viðv. umvælingum og garanti

· Handfaring og dagføring av garanti arbeiði

· Vegleiðing og førleikamenning av verkstaðstoyminum

· Dagføring og viðlíkahald av verkstaðnum

· Yvirskipað fíggjarlig ábyrgd

Vit leita eftir einum biltøkningi, ella einum við hollum royndum innan bilar og biltøkni.

Eisini er ynskiligt, at tú hevur royndir innan líknandi framleiðsluarbeiði og toymisleiðslu, umframt innlit í fíggjarlig rakstrarviðurskifti.

Teldukunnleiki á góðum brúkarastøði er ein treyt.

Somuleiðis vænta vit, at tú hevur eitt lætt og opið lyndi, og at tú dugir væl at samstarva- og samskifta við bæði viðskiftafólk og starvsfelagar. Eisini tá løturnar eru avbjóðandi.

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd.

Hjá okkum eru uppgávurnar bæði avbjóðandi og spennandi, og tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, við ábyrgd av dugnaliga mekaniska toyminum á verkstaðnum.

Vit leggja nógvan dent á persónligan- og sosialan trivna og førleikamenning, soleiðis at okkara starvsfólk, í góðum arbeiðsumhvørvið, altíð eru væl ílatin til at útinna sínar uppgávur til fulnar.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, tá rætti viðkomandi er funnin.

Løn verður avtalað sambært útbúgving og royndum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikael Bisp á tlf. 350 114 ella á teldupost [email protected]

Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum, kunnu sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.bm.fo ella umvegis teldupost til [email protected]