Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Skrivari til Vísindasiðsemisnevndina

Nýtt hálvtíðarstarv sum skrivari hjá

Vísindasiðseminevndini er leyst at søkja.

Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta

um og geva loyvi til heilsuvísindaligar

granskingarverkætlanir í Føroyum.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv,

har tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við

Vísindasiðseminevndina við staðseting í

Heilsumálaráðnum.

Arbeiðsuppgávur

• At málsviðgera og fyrireika mál til støðutakan

í Vísindasiðseminevndini, herundir lýsa og

viðgera umsóknir um góðkenning av

heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum

• At ráðgeva og vegleiða

Vísindasiðseminevndini í mun til løgfrøðilig

ivamál og málsviðgerð

• At fyrireika eftirlit við góðkendum

heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum

sambært vísindasiðsemilógini

• At vera skrivari hjá Vísindasiðseminevndini

og hava ábyrgd av journali, bókhaldi o.l.

Førleikakrøv

• Útbúgvin ella væl ávegis í útbúgving innan

t.d. løgfrøði, samfelagsfrøði, sosialvísindi,

fólkaheilsu ella heilsufakliga útbúgving við

yvirbygningi í t.d. fólkaheilsu.

• Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert

praktiskt orienterað/ur, væl skipað/ur

persónur

• Tú hevur góðar førleikar innan málsviðgerð

og góð samstarvsevni

• Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á

føroyskum, donskum og enskum

• Tú ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni at seta

teg inn í nýggja lóggávu og málsgongdir

• Royndir innan almenna fyrisiting eru ein

fyrimunur, men ikki eitt krav

Vit bjóða

• Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv,

har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar

• Fleksibult arbeiði í tøttum samstarvi við

forkvinnuna í nevndini

Lønar- og setanartreytir

Starvið er eitt fast hálvtíðar starv. Starvið verður

sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið

og avvarandi fakfelag.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í

starvinum, og at økið verður umskipað til eisini

at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir

Umsóknir, saman við avriti av prógvum, lívsrensli

og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í

hendi í seinasta lagi 28. april 2024.

Setanarsamrøður verða hildnar viku 18.

Umsóknir skulu sendast sum teldubræv til

Vísindasiðseminevndina - teldupostur:

[email protected]

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til

Gunnhild Helmsdal, forkvinnu, á tel 263010 ella

á telduposti [email protected]

Endamálið hjá Vísindasiðseminevdini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og

tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking. Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at

seta heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir í verk í Føroyum. Í Vísindasiðseminevndini eru 7 limir, sum eru valdir fyri 4 ár í senn.