Starvslýsing stovnað
12-04-2024
Umsóknarfreist
15-05-2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinmeistari á framleiðsluvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum nakað fyri teg.

Starvið

Sum maskinmeistari í teknisku deild á framleiðsluvirkinum verður tín fremsta uppgáva at taka tær av tekniska útbúnaðinum á kassavirkinum og køliskipanini á framleiðsluvirkinum til tess at tryggja eina optimala framleiðslu.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

·         Eftirlit við ketlum og køliskipan.

·         Viðlíkahald og umvælingararbeiði av ketlum og køliskipan

·         Viðlíkahald og umvælingararbeiði kassamaskinum

·         Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

·         Aðrar uppgávur í samráð við leiðaran fyri Tøkni – Processing

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vanligari dagtíð, men yvirtíð og skeivar tíðir mugu væntast

Tín vangamynd

Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. maskinmeistari ella aðra tekniska útbúgving.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brian Højgaard, tekniskur leiðari, á tlf. 23 52 20 ella við telduposti til brho@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin er 15. mai. 2024. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.


Søk starvið

Aftur til listan