Køksstarvsfólk til viðgerðarstovnin Frælsi

Køksstarvsfólk til viðgerðarstovnin Frælsi

Søkt eftir einum køksstarvsfólki til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði, sum er viðgerðarstovnur fyri ung við rústrupulleikum. Frælsi veitir bæði ambulanta viðgerð og viðgerð av ungum, sum verða innskrivað á Frælsi.

Um starvið

Talan er um fast starv á 30 tímar um vikuna at byrja 01.10.2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum mitt í viku.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar í køkinum eru m.a. ráðlegging, fyrireiking, matgerð, innkeyp, upprudding, uppvask og reingerð. Tann ið verður settur hevur ábyrgd av, at læra tey ungu upp í matgerð og reingerð, umframt at skapa eitt gott umhvørvi fyri tann unga og taka lut í aktivitetinum saman við teimum. Týdningarmikið er,  at tey ungu føla seg trygg og verða møtt við virðing.

Væntanir

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og tað er tí týdningarmikið, at tann ið verður settur, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirkar til tvørfakligt samstarv og er álítandi og ábyrgdarfull/-ur

Tann, ið settur verður, má arbeiða samsvarandi kristiligu grundhugsan Frelsunarhersins.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.  

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Pedagogfelagið.

Freist

Umsóknin skal sendast til fraelsi(at)frh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.09.2021

Nærri upplýsingari um starvið fáast við at venda sær til Joan Kruse Johansen leiðara á tlf. 205205.