Læknaskrivari til Klaksvíkar Sjúkrahús

Læknaskrivari til Klaksvíkar Sjúkrahús

Dámar tær fyriskipanir, so sum sjúkugongdir, og hevur tú áhuga í at tryggja sjúklingum eina góða heildaruppliving? 


So er tað tær, vit leita eftir!


Søkt verður eftir læknaskrivara at arbeiða 0,8 tíð frá 1. mars 2022, ella eftir nærri avtalu.  


Førleikakrøv/persónligir eginleikar:


  • Útbúgving sum læknaskrivari

  • Góð samstarvsevni

  • Dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi

  • Tænastusinnað/ur

  • Góður røkjuskapur

  • Kunnleiki til Cosmic er ein fyrimunur, tó ikki krav.


Ein deild og eitt sjúkrahús

Á deildini starvast dugnalig og ábyrgdarfull starvsfólk, sum arbeiða innan økini parenkym, urologi, ortopædi, neurologi, internmedisin, svøvnkøvu og skaðastovu. Tín gerandisdagur verður á deildini,  og harumframt kemur tú at samstarva við nógv ymisk starvsfólk á sjúkrahúsinum og kemur at fáa gott innlit í, hvussu virksemið á sjúkrahúsinum er skipað. 

 

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er ein blandað medisinsk og kirurgisk seingjardeild við 22 seingjarplássum. Tvær skurðstovur, ein ambulatoriudeild við skurðambulatorium, ortopædkirurgisk ambulatorium, urologiskum ambulatorium, medisinskum ambulatorium, svøvnkøvu ambulatorium, endoskopirúmi og skaðastovu. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi arbeiða vit rehabiliterandi, tvørfakligt og tvørturum deildir.

 

Ein fantastiskur persónur 

Okkara virðir, stev – áræði – flog, leiða m.a. fram til at tú, sum starvsfólk, raðfestir felags mál hægri enn egin mál, tekur ábyrgd, eggjar til loysnir, brýtur við vanahugsan og birtir vón. Vit leita eftir einum persóni, sum er framsíggin og hevur áræði til at síggja møguleikar fram um forðingar og er fyrikomandi. 

 

Vit ynskja eina mentan, har sjúklingasjónarmiðið er í fremstu røð.

 

Vilt tú vita meir um starvið?

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðandi læknaskrivara, Anniku Karlsdóttir Ljósstein, teldupost [email protected], telefon 235487.


Tín umsókn og løn

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: [email protected]

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið

Umsóknarfreistin er týsdagin 01. februar 2022.


Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.