Hitatøkningar, rør- og blikksmiðir og handverkarar

Hitatøkningar, rør- og blikksmiðir og handverkarar

Vit spretta upp úr nýggjum og fara í næstum at veita orkuloysnir við jarðhita og hitapumpum og eisini nýggjar tænastur til vinnuna. Vit hava tí tørv á fleiri starvsfólkum.

UM STØRVINI
Til okkara størru HVS verkætlanir hava vit tørv á rør- og blikksmiðjum og handverkarum, meðan vit til nýggja virkisøkið við jarðhita og hitapumpum skulu manna størv innan uppseting, tænastu og eisini fyrifallandi uppgávur.

HVAT BJÓÐA VIT?
Góðar arbeiðsumstøður í eini fyritøku í menning har vit ganga høgt upp í at hava skipaði viðurskifti. Uppgávurnar eru fleiri og ymiskar, so her eru bæði starv til tann, ið trívist við skiftandi uppgávum í gerandisdegnum, og tann, sum hevur tað best við at hugsavna seg um støðufastar uppgávur.
Góð lønar- og setanarviðurskifti eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri avriksløn.

HVAT VÆNTA VIT?
Tað er ikki altavgerandi júst hvørja bakgrund, útbúgving ella royndir tú hevur.

Hinvegin vænta vit:
• At tú ert tænastu- og samstarvssinnað/ur
• At tú ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• At tú setir æru í at loysa uppgávur til fulnar og at handalagið er gott

HVUSSU SØKIR TÚ?
Umsøknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. mars 2023 og kunnu sendast til [email protected] ella á Messenger/Facebook til ”Zacharias Leitisstein P/F”.

Hevur tú onkran spurning setir tú teg bara í samband við Kára Sigvardsen, stjóra, á tel 588 238 ella á eposti [email protected] ella tú skrivar til okkum á okkara Facebook síðu.

UM ZACHARIAS LEITISSTEIN P/F
Zacharias Leitisstein P/F hevur síðani 1959 veitt tænastur innan hita, vatn, sanitet og ventilatión. Fyritøkan var við, tá ið oljufýringar komu út í føroysku húsarhaldini fyri góðari hálvari øld síðani, og hon er við enn, nú aðrar grønar orkuskipanir taka við. Zacharias Leitisstein P/F hevur heimstað í Runavík og hevur egið jarðhitaborifelag, Brunnboring.