Nema søkir eftir forritara

Nema søkir eftir forritara

- Brennir tú fyri forritan og góðum loysnum?  Ynskir tú tær eitt starv, sum er bæði avbjóðandi, læruríkt og persónligt mennandi? So er tað allarhelst tær, vit leita eftir!

Nema hevur alsamt vaksandi virksemi, og leita vit tí eftir einum dugnaligum forritara til at gerast partur av okkara menningardeild.

Um starvið

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi av starvsfólkum, sum arbeiða við menning av skipanum. Tín uppgáva í toyminum verður at menna nýggjar og spennandi skipanir, umframt okkara núverandi skipanir:

     Nema Bókhald             Nema Løn                    Netløn                          Nema Journal

     Nema Tíð                     Nema Starv                  Vátta


Talan er um eitt fast starv á 40 tímar um vikuna, har møguleiki er at arbeiða á einari av okkara deildum í Klaksvík, Runavík ella Tórshavn.


Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, so sum bachelor í KT-verkfrøði ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur áhuga og royndir innan nøkur av hesum økjunum:

     Angular e.l.                  .Net

     MS Sql                         WPF

 

Vit ímynda okkum eisini, at tú hevur:

     Góð evni at samstarva

     Skipað og analytisk evni

     Nærlagni og er framsøkin

     Góð evni at samskifta munnliga og skrivliga

     Skil fyri, hvussu loysnir verða skrúvaðar saman

 

Um okkum

Vit kunnu bjóða tær eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga. Fakliga sleppur tú at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsóknir

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddfríður Petersen á tel. 79 42 62 ella á [email protected].

Umsóknir skulu sendast til Nema á [email protected] í seinasta lagi 31. desember 2021.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.