Handverkari/Arbeiðsfólk til gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Handverkari/Arbeiðsfólk til gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu

Talan er um eitt tímalønt starv til gartnaradeildina hjá Fuglafjarðar kommunu, har høvuðsuppgávan

verður at viðlíkahalda kirkjugarðin. Á deildini starvast fýra fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í

toymum á grøna økinum hjá kommununi.

Deildin hoyrir undir teknisku deild, men arbeiðir í tøttum samstarvið við aðrar deildir, so sum

vegadeildini og mentunardeildini v.m.

Arbeiðsøkið hjá deildini er rakstur, viðlíkahald av grønu økjunum og gøtum og gerð av smærri

grønum og gráum verkætlanum.

Uppgávurnar á deilnini eru at

- Halda kirkjugarðin viðlíka

- Gravari

- Skráseting

- Vera við til jarðarferðir

- Viðlíkahald av gøtuskipanum

- Nýgerð av gøtum v.m.

Útbúgving og royndir

- Vit søkja eftir handverkara/arbeiðsfólki

- Koyrikort er eitt krav

- Tað er ein fyrimunur at duga at koyra gravimaskinur

- Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði

- Røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum

Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita víðskygdar tænastur, og strembar eftir at veita bestu

umstøður til menning og framburð saman við borgarum, vinnulívi o.ø.

Í okkara daliga arbeiði verður dentur lagdur á at menna trivnaðin við sterkum felagsskapi og veita

fleiri og vetri tænastur til øll okkara viðskiftafólk.

Hevur starvið tín áhuga, so er at senda umsókn, saman við CV, til niðanfyri standandi

teldupostadressu.

Senanarviðurskifti

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Umsókn

Umsókn saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi

mánadagin 7. september 2020 klokkan 12.00.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til [email protected] og merkjast

”Handverkari/arbeiðsfólk til Fuglafjarðar kommunu”.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur, býargartnara, á telefon 238022 ella

668000.