Húsavørður og tiltaksfólk
Húsavørður og tiltaksfólk í Norðurlandahúsinum í Føroyum (NLH)
Vit leita
eftir einum húsavørði, sum kann leggja til rættis, seta í verk og samskipa
viðlíkahaldsarbeiði í NLH. Tú fert at hava ábyrdina av dagliga at halda við
líka, fylgja upp uppá leverandørar uttanífrá og avtalur fyri húsið, sum
viðvíkja sjálvt húsið, bruna og alarm. Tú fert eisini at arbeiða við tiltøkum
og vera til taks við skipa útgerð til ymisk sløg av tiltøkum og fyriskipanum.
Vit
ynskja ein fleksiblan, arbeiðssaman, praktiskan og dúgligan persón sum:
Hevur góðar
samarbeiðseginleikar.
Kann arbeiða
sjálvstøðugt og vera eitt jaligt umboð yvirfyri fólki, sum brúka húsið.
Er
virkisfúsur og miðvísur.
Kann fremja
ymiskar uppgávur og lættar umvælingar.
Kann hava
eftirlit við húsinum.
Dugir væl at
leggja til rættis, skipaður, týðiligur og hevur eitt gott yvirlit.
Er kropsliga
í góðum formi.
Dygdir og
eginleikar:
Fjølbroyttar
royndir við at viðlíkahalda bygningar og innleggingar ella líknandi.
Arbeiðssom/arbeiðssamur,
effektiv/ur og stundislig/ur.
Sosial/ur og
fyrikomandi.
Koyrikort
Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðin
er fleksibul við avspákingarskipanum, og tú mást rokna við nakað av kvøld- og
vikuskiftisarbeiði.
Løn og
setanarviðurskifti:
Løn og setan
sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Nordisk
Ministerråd. Tíðaravmarkað starv við sáttmálatíðarskeiði uppá vanliga fýra ár
við møguleika at forleingja við í mesta lagi fýra árum. Serstakar viðbøtur fyri
persónar, sum eru rekrutteraðir frá øðrum norðurlendskum landi enn Føroyum. Vit
leggja okkum eftir jøvnum kynsbýti.
Vit kunnu
bjóða tær eitt starv í einum livandi mentanarhúsi, har sum eingin dagur er
líka. Vit vóna at kunna geva tær persónliga og fakliga menning, í einum
norðurlendskum arbeiðsumhvørvi. Tú fert at fáa ymiskar arrbeiðsuppgávur, kunna
arbeiða sjálvstøðugt og vera partur av einum toymi við ymsum fakbólkum.
Tann, sum
verður sett/ur, fær neyðuga upplæring innan tey ymsu arbeiðsøkini.
Umsóknarfreistin
er tann 26. juni. Umsóknin skal sendast elektroniskt umvegis https://www.norden.org/da/node/73059
Vit ynskja,
at tann rætta/rætti kann taka við starvinum august/september, eftir nærri
avtalu.
Umsóknin
skal vera samansett av motivatiónsskrivi, sum lýsir relevantar royndir og
eginleikar og títt ynski um at arbeiða í Norðurlandahúsinum í Føroyum og CV.
Umsóknin kann sendast inn á føroyskum ella skandinaviskum.
Hevur tú
spurningar um starvið, kanst tú venda tær til stjóra Gunn Hernes á [email protected] ella til
móttøku okkara á +298 351 351.
Um
Norðurlandahúsið í Føroyum:
Norðurlandahúsið
í Føroyum er ein mentanarstovnur undir Nordisk Ministerråd og Føroya
Landsstýri. Høvuðsuppgávurnar í Norðurlandahúsinum eru at fáa í lag
norðurlendska list og mentan í Føroyum og styrkja føroyska list og føroyskt
mentanarlív lokalt, í norðurlondum og í verðini. Vit hava eitt fjølbroytt
skrávirksemi, sum fevnir um tónleik, bókmentir, leiklist, film, visuella list,
fyrilestrar, ráðstevnur v.m. Vit eru 15 starvsfólk í stovninum við áleið 350
tiltøkum um árið.
Meira
kunning um okkum finnur tú á nlh.fo