Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2023

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2023

Søkt verður eftir:

Lærara at undirvísa í saxofon og klarinett og í samanspæli 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Lærara at undirvísa í tvørfloytu og samanspæli 6 tímar um vikuna í Sandoyar Musikkskúla. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023/2024.

Meira fæst at vita hjá Martini Mouritsen, tlf 216462 [email protected]

Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 12. juni 2023.
Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Musikkskúlaskipan Føroya
att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri
Hoyvíksvegur 72 , Box 9, FO 110 Tórshavn
[email protected] tlf 216462
www.musikkskulin.fo