Hiddenfjord sóknast eftir tveimum tekniskum starvsfólkum til alingina í Sørvági

Hiddenfjord sóknast eftir tveimum tekniskum starvsfólkum til alingina í Sørvági

Ert tú til reiðar til eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú gevur títt íkast til viðlíkahald og teknisku menningina av lokaðu eindunum í Sørvági? Hetta er fyrsta verkætlanin við aling av laksi í lokaðum eindum í Føroyum.

Um starvið

Tú verður partur av alaratoyminum í Sørvági. Sum tekniskt starvsfólk verður tú fyrst og fremst partur av viðlíkahaldinum av øllum tekniskum viðurskiftum á lokaðu eindunum.  Dagliga arbeiðið umfatar at arbeiða við PLC-stýringum, sensorum, pumpum, iltskipanum, neyðstreymsskipanum og orkumenning. Harumframt viðlíkahald av útgerð, sum hoyrir til lokaðu eindirnar og alingina. 

Tú verður partur av teknisku vaktarskipanini. Umráðandi er at tú eisini ert til reiðar at vera við í røktini av fiskinum í lokaðu eindunum og úti á alibrúkinum, tá tørvur er á tí. Sum tekniskt starvsfólk vísir tú til tekniska leiðaran.

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving, so sum maskinmeistari, maskinistur, ella elektrikari. Tú hevur góðar telduførleikar, umframt at tú hevur góð evni at skipa arbeiðið og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Løn og setanarviðurskifti

Verða sambært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Johannesen, tekniskan leiðara, á telefon 253 599 ella Inga Ole-Jacobsen, aliformann, á telefon 224 152.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til [email protected].

Umsóknarfeistin er 24. august 2022.