Móttøkufólk/skrivstovufólk til Vinnustovnin

Móttøkufólk/skrivstovufólk til Vinnustovnin

Søkt verður eftir móttøkufólki/skrivstovufólki í tíðaravmarkað starv í 1 ár, at byrja 1. apríl. Møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð t.d. 9-15.

Um starvið
Arbeiðið fevnir um kundaavgreiðslu, telefonavgreiðslu, innkeyp, fyrireiking av fundum, umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði.

Førleiki
Tú skal hava viðkomandi útbúgving so sum móttøkufólk, skrivstovufólk ella líknandi.

Tú skal vera tænastusinnað/-ur og hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi og røkin, og hava evni at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú skal hava góðan telduførleika og góðan málsligan førleika.

Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Vinnustovnurin
Skálatrøð 20
Postrúm 73
110 Tórshavn

ella sum teldupostur til: [email protected]

Umsókn skal vera Vinnustovninum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. mars 2021.

Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Súsannu Petersen á tel. 356030, teldupost: [email protected].

Um Vinnustovnin
Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Vinnustovnurin veitir tænastur til einstaklingar, stovnar, fyritøkur og virki.