Samskipari/samskiparar til svimjiskúlan hjá Havnar Svimjifelag

Samskipari/samskiparar til svimjiskúlan hjá Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag søkir eftir samskipara/samskiparum at standa fyri dagliga virkseminum í svimjiskúlanum.

Vit sóknast eftir persónum, sum tíma at gera nakað fyri felagsskapin.

Havnar Svimjifelag hevur 350 virknar limir. Harav eru uml. 230 børn og ung, sum á hvørjum ári melda seg til svimjiskúlan hjá felagnum.

Endamálið við svimjiskúlanum er at læra børn at svimja, og seinni, um tey hava hug, at tey gerast partur av kappingarliðunum.

Starvið/størvini verða parttíðarsett.

Uppgávurnar hjá tær/tykkum:
Finna venjarar til tey ymisku liðini og hava samskifti við venjararnar.

Samskifta við skúlarnar um hyljarnar á Argjum og í Eysturskúlanum.

Samskifta við foreldrini.

Upprætta Facebook-bólkar til tey ymisku liðini hjá svimjskúlanum og kunning í hesum sambandi.

At samskipa og hava ábyrgd fyri svimjiskúlafaldaranum, sum verður borin út til hvørt húski í Tórshavnar kommunu uml. aug/sept.

Í samráð við okkara høvðusvenjara og hjálparvenjarar at tryggja, at børnini eru á røttum liðum.

Annars um starvið:
Uppgávurnar verða í dag gjørdar av foreldrum og øðrum sum ólønt arbeiði.

Til tíðir kann vera nógv at gera. Serliga tá svimjiskúlin byrjar í august/septembur og í januar, tá byrjað verður aftur eftir jólafrítíðina.

Vit hava sjálvandi fólk í felagnum, sum hava royndir og fegin vilja hjálpa til, tá á stendur.

Um teg
Vit leita eftir tær/tykkum, sum kunnu átaka tykkum hesa uppgávuna. Tað er umráðandi, at tú/tit vilja arbeiða fyri felagsskapin. Somuleiðis er neyðugt, at tú ert fyrireikað/ur uppá at arbeiðsuppgávurnar kunnu vera ymiskar, og at tú kanst laga teg til broyttar umstøður.

Tú ert opin fyri broytingum og kemur við nýggjum íblástri til, hvussu arbeiðið kann skipast.

Vit halda
Av tí at starvið er nýtt, kunnu vit ikki nágreiniliga lýsa tað. Arbeiðsuppgávurnar verða tí javnan eftirmettar í samstarvi við nevndina og venjararnar.

At hetta hóskandi kundi verið ein uppgáva fyri tveir persónar, sum í felag býta uppgávuna sínámillum.

Tað er umráðandi, at umsøkjarar duga at brúka Excel.

Tað er ikki neyðugt, at hava kunnleika til svimjing.

Løn/setanarviðurskifti:
Vit ímynda okkum, at lønin liggur innan fyri karmarnar av "skattafríu samsýningini fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin", sum í løtuni er kr. 50.000 skattafrítt um árið. Ein hóskandi royndartíð er 6 mánaðir.

Freistin at søkja starvið/størvini er 15. mars 2021.

Vilt tú vita meir um starvið/størvini, ert tú vælkomin at skriva til [email protected] ella ringja til Katrin Dagbjartsdóttir tlf. 229608 ella Rakul A. Dam tlf. 234363