Deildarstjóri til FK í Suðuroy

Deildarstjóri til FK í Suðuroy

Søkt verður eftir deildarstjóra til FK í Suðuroy.

Starvsøkið fevnir um dagligu leiðsluna av einum av størstu matvøruhandlum í oynni.

 

Vit bjóða

  • Eitt ábyrgdarfult starv sum dagligur leiðari av einum handli  við stórum møguleikum. 
  • Fríar teymar, so tú kanst menna teg sjálvan í somu takt sum handilin.
  • Eitt arbeiðspláss við góðum starvsfólkum, har umstøðurnar eru í støðugari broyting.
  • Eina kappingarføra løn, ið samsvarar við ábyrgd og avrik.

 

Uppgávur

Tú stendur fyri dagliga rakstrinum og leiðsluni av starvsfólkinum. Tú tryggjar, at handilin er í støðugari menning.

Tað verður eisini tín leiklutur at tryggja, at handilin gongur á odda við feskum vørum, og bjóðar fólki í oynni eitt gott og breitt vøruúrval.

Sum leiðari ert tú sjónligur bæði hjá starvsfólki og viðskiftafólki.

 

Av tær vænta vit

  • At tú sum persónur ert íðin og hugagóður, at tú leggur dent á starvsfólkaleiðslu, sølu og inntøku til handilin.
  • At tú hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst.
  • At tú megnar kynstrið at samskifta í orði og talu.
  • At tú ert lættur av lyndi, dugir bæði at rósa og finnast at og ert sterkur, tá á stendur.

Starvið verður sett 1. oktober, ella eftir nærri avtalu. Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finn Nielsen, stjóra, á tlf. 210 214.

Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august og sendast til [email protected] ella til:

Føroya Keypssamtøka
Att.: Finn Nielsen
Postboks 349
110 Tórshavn