Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum til Sóljuhjarta og eftir fólki at avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø., tá tørvur er á tí.
Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar 2023, eru eisini vælkomir at søkja

Um okkum:
Í Sóljuhjartanum starvast, um 30 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit hava 4 barnagarðstovur og 2 vøggustovur, 80 barnagarðsbørn, 26 vøggustovubørn og 14 børn í útibarngarði í Æðuvík.

Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Søldarfjarðar skúla.

Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.

Vit vænta av tær, at tú:
• hevur umsorgan fyri børnum
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
• hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
• er nýhugsandi, ígongdsetandi og megna broytingar um so skuldi verið
• sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171, umsóknin skal sendast til [email protected]