LÆRLINGUR TIL WAAG.

LÆRLINGUR TIL WAAG.

Kundi tú hugsað tær at komi í læru hjá størstu bilasølu í landinum, so hevur tú møguleikan nú.

Vit søkja eftir einum skrivstovulærlingi at byrja skjótast til ber.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss í einari fyritøku í stórari menning og við nógvum avbjóðingum fyri framman. Vit vænta, at tú ert røkin á ábyrgdarfull/ur, hevur góð samstarvsevni og tekur ímóti nýggjum arbeiðsuppgávum sum spennandi avbjóðingum.

Um hetta hevur tín áhuga kann umsókn saman við prógvum, møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi upplýsingum sendast til [email protected] í seinasta lagi 30. juni 2021.