Køksfólk til Nema í Tórshavn

Køksfólk til Nema í Tórshavn

Vit leita eftir einum eldhugaðum fólki til at reka køkin hjá okkum

Starvið er 25 tímar um vikuna og snýr seg í høvuðsheitum um, at gera miðmála hvønn dag, umframt morgunmat fríggjadag, til tey áleið 50 starvsfólkini.

Vit vænta at tú ert ein opin og fyrikomandi persónur og tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan matgerð.

Umsóknir og/ella fyrispurningar kunnu sendast til [email protected] ella við at ringja til Margit í Dali á 502059

Starvið verður sett skjótast til ber.