Starvsfólk/lærling til lagur og handil

Starvsfólk/lærling til lagur og handil

Til Hegns- & Urtagarðsbúð okkara á Hálsi sóknast vit eftir einum ágrýtnum fólki einar 30-40 tímar um vikuna.
Talan kann eisini verða um eitt lærlingapláss til lagur, um tann rætti søkir.

Arbeiðsuppgávur:
Tú kemur at verða í vørumóttøkuni, avgreiða ordrar, koyra vøru út, fylla vøru upp, avgreiða kundar og ganga til handa.

Persónurin vit leita eftir, má tíma væl at arbeiða sjálvur, er røkin og er tænastusinnaður.

Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort til persónsbil. Fyrimunur er, um tú hevur koyrikoyrt til trukk.

Um okkum.
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Í dag kalla vit okkum fyri Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu og hava vit handlarnir Hegns- & náttúrubúðog Veitslu- & køksbúð. Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn. Í løtuni eru vit 8 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, menning og trivna.

Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á [email protected] .
Umsóknarfreist er 7.juli 2022. Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla.
Heykavegur 3
Tórshavn
Tlf: 311400
[email protected]