Lærlingur/klinikkassistentur søkist til Tannlæknamiðstøðina

Lærlingur/klinikkassistentur søkist til Tannlæknamiðstøðina

Lærlingur/Klinikkassistentur til Tannlæknamiðstøðina.

 

Vit sóknast eftir einum lærlingi ella klinikkassistenti at byrja 1. mai.

 

Uppgávurnar eru at taka ímóti viðskiftafólki, hjálpa tannlæknunum umframt ymsar aðrar uppgávur.

 

Á Tannlæknamiðstøðini eru vit átta tannlæknar, seks tannrøktarar, tannteknikari og átta klinikkassistentar umframt fleiri hjálparfólk.

 

Tú kemur at arbeiða í einum umhvørvi við nógvari ymiskari servitan. Vit ynskja, at tú ert fyrikomandi og blíð/ur, dugir væl at samstarva og samskifta við nógv ymisk fólk og dámar væl at hava góðan ordan.

 

Vit bjóða góðar og nútímans arbeiðsumstøður

.

Løn samb. Samverk.

 

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva til Unnur Jensen, tannlækna, á [email protected].

 

Umsókn sendast okkum innan 12/4-2024.

 

Nærri kunning um Tannlæknamiðstøðina fært tú á www.tonn.fo.