Spennandi deildarleiðarastarv í Roðanum

Spennandi deildarleiðarastarv í Roðanum

Roðin økistænastan í Skálafjarðarsamstarvinum skal hava nýggjan deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Roðanum.

Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

UM STARVIÐ
Vit leita eftir deildarleiðara til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Málið hjá Roðanum økistænastuni er, at veita eina dygdargóða tænastu, stimbra heilsu og trivnað, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt - hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Deildarleiðarin skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.

Deildarleiðarin skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini av tænastuni og megna at fremja sjónliga leiðslu.

Deildarleiðarin skal tryggja, at virksemið í Roðanum fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.

FØRLEIKAKRØV
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur er eitt krav, og tað kann verða ein fyrimunur um tú ert útbúgvin demenssamskipari.

Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

SETANAR- OG LØNARVIÐURSKIFTI
Deildarleiðarin vísir til leiðaran hjá Roðanum.

Starvið er fulla tíð og verður at seta sum skjótast. Starvið er lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, tlf. 793300 ella við telduposti [email protected]

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til [email protected]. Viðmerkjast skal: ”deildarleiðari” Umsóknarfreistin er 10. juni 2020.


Roðin
er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.
Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt - hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.