Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber.

Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:

• Sýn og málsviðgerð í samband við verandi før, nýbygningar, umbyggingar, innflaggingar, o.a.

• Fremjan, uppfylgjan og málsviðgerð av tíðarbundnum sýnum.

• Heilt ella lutvíst at stýra undirveitaraøkinum og at hava eftirlit við løggildaðu undirveitarunum.

• Luttaka í tvørgangandi verkætlanum.

• Kanning av vanlukkum á sjónum.

Útbúgvingarkrav

Til starvið krevst ein av niðanfyri nevndu útbúgvingum:

• Maskinmeistaraútbúgving sum gevur førleika til sjóvinnubræv eftir STCW III/2

• Skipsføraraútbúgving sum gevur førleika til sjóvinnubræv eftir STCW II/2

• Verkfrøðingur við skipabygging sum serfrøði

Førleikakrøv

• Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

• Góð samstarvsevnir

Starvsroyndir

Tað er ein fyrimunur at umsøkjarin:

• Hevur royndir í líknandi starvi

• Hevur royndir í almennari umsiting og/ella í viðurkendum klassafelag

• Hevur royndir innan verkætlanarleiðslu

Setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Tænastustaðurin er í løtuni í Tórshavn.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar

uppgávur. Miða verður eftir at starvið verður sett 1. oktober 2020 ella so skjótt sum til ber.

Umsóknir:

Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta

lagi 24. august 2020, kl. 12.00.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Hanus Mikkelsen, deildarleiðara tlf. 355600.

Umsóknir skulu sendast sum teldubræv til [email protected]

Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaránum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi

vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja

arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.

Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt

miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.


Faroese Maritime Authority, Tórshavn, Faroe Islands, Tel. +298 355600, [email protected], www.fma.fo