Fyristøðufólk til Koltur

Fyristøðufólk til Koltur

Fyristøðufólk til Koltur

Tjóðsavnið sóknast eftir tveimum fyristøðufólkum til Koltur at byrja 1. juni ella skjótast tilber. Talan er um tvey fulltíðarstørv, har annað starvsfólkið fær ein samskipandi leiklut. Í høvuðsheitum skulu fólkini skiftast um at vera á oynni, men av og á arbeiða tey saman úti í Koltri.

Uppgávur:

Uppgávurnar sum fyristøðufólk eru m.a. at taka sær av samskipan, miðling, dagligari umsjón og viðlíkahaldi í sambandi við antikvarisku serskipanina í Koltri, sum Tjóðsavnið fyriskipar. Uppgávurnar eru serliga at:

· Hava umsjón við ognum landsins í Koltri, herundir viðlíkahald og daglig røkt av húsum, bøi, haga og mentanarlandslagi

· Skipa fyri, at Koltur støðugt er mannað m.a. í samstarvi við sjálvboðnum

· Taka ímóti ferðafólki og vitjandi og miðla mentanar- og náttúruarvin í Koltri

· Luttaka í savnsvirkseminum Tjóðsavnsins í Koltri

· Samskipa virksemið í oynni, harímillum eisini møguligt ferðavinnuvirksemi

· Ansa húsdjórunum, fletta ella skipa fyri fletting

· Hjálpa savnsvørðum og granskarum Tjóðsavnsins við ymsum uppgávum

· Menna skipanir fyri oynna m.a. mannagongdir fyri sóttreinsan, skilhaldsreglur

· Reingerð av húsum Tjóðsavnsins

Samskipari skal harumframt:

· Samskipa vaktarætlanina

· Góðkenna rokningar

· Skipa dagliga raksturin

Førleikakrøv:

Settu skulu megna at arbeiða sjálvstøðugt og sjálvi leggja arbeiðið til rættis og raðfesta uppgávurnar á skynsaman hátt.

Vit vænta, at tit:

· Hava hug og hegni til at arbeiða við praktiskum viðlíkahaldsarbeiði við húsum, bøi og haga

· Megna at arbeiða við kríatúrum

· Tíma og duga at tosa við og taka ímóti vitjandi úr Føroyum og útlondum

· Kunnu orða tykkum á føroyskum, skandinaviskum og enskum

· Eru forvirkin og sjálvi taka stig til at loysa uppgávur

· Eru opin fyri broytingum, støðugari menning og eftirútbúgving

Lønar- og setanartreytir

Arbeitt verður fulla tíð og er arbeiðstíðin býtt út á 32 vikur um árið, har arbeitt verður í Koltri. Arbeiðstímarnir verða spjaddir út yvir alla vikuna, eisini sunnu- og halgidagar. Tá starvsfólkið er í Koltri, skal viðkomandi vera tøk/ur alt samdøgrið.

Tá arbeitt verður í Koltri, skulu settu halda til úti í Koltri. Hildið verður til í húsi við felags uppihaldsrúmi, baðirúmi v.m. til øll starvsfólk, ið arbeiða vegna Tjóðsavnið í Koltri. Í hesum húsum hava fyristøðufólkini atgongd til egið kamar.

Størvini verða lønt eftir lønartalvuni hjá tænastumonnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Grundlønin er á stigi 29, umframt 6% í reiðiviðbót og 7,5% í samskipanarviðbót til annað starvsfólkið. Eftirløn á 15% verður goldin av grundløn og viðbótum.

Vit kunnu bjóða

Eitt øðrvísi og spennandi starv, har tú sjálv/ur skalt leggja arbeiðið til rættis, og har tú kemur tætt uppat náttúruni og mentanarlandslagnum. Saman við granskarum og øðrum áhugaðum fært tú møguleikan at arbeiða við føroyskari náttúru- og mentanarsøgu.

Fleiri upplýsingar

Áhugað, sum hava spurningar, kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra, tlf. 221668 fyri at fáa meira at vita um størvini.

Umsóknir

Umsóknir, CV og tilvísingar saman við avritum av møguligum prógvum ella viðkomandi skjølum skulu latast inn gjøgnum skipanina Alfred.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 21. apríl

________________

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við onnur søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum. Les meira á https://www.tjodsavnid.fo/