Tváttur søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at starvast fulla tíð

Tváttur søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at starvast fulla tíð

Tváttur søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at starvast fulla tíð.

Starvsstaður:
Starvið er á reinsarínum og vaskarínum á Hjalla 24, 188 Hoyvík.

Uppgávur
Vit eru ein fjølbroytt fyritøka, og søkja tí eftir fólki, ið megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • Taka í móti, merkja og skilja klæðir.
  • Vaska, turka og leggja klæðir saman – bæði við hond og maskinu.
  • Verða partur av dagliga leiðslutoyminum, og leggja framleiðsluætlanir og stýra vaskimaskinum og turkitrumlum.
  • Um neyðugt, eisini megna at passa móttøkuna – hetta er tó ikki eitt krav.
  • Arbeiðstíðin er vanliga frá 09:00-17:00, men roknast kann við yvirtíð og av og á er neyðugt at arbeiða í vikuskiftum.

Førleikakrøv:
Viðkomandi, ið verður settur, verður lærdur upp av okkara starvsfólkum. Gott er, um tú ert væl skipað/ur, megnar at arbeiða fleksibult og sjálvstøðugt, umframt at tú ert fyrikomandi og røkin.

Royndir í handli er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Um okkum:
Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið leigar út, reinsar og vaskar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Vit brúka nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamt okkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans.

Umsókn o.a:
Freistin at søkja starvð er sunnudagin 12. mai, og ynskiligt er at tann setti kann byrja skjótast gjørligt.

Løn og treytir sambært avtalu.

Hevur tú fleiri spurningar ert tú vælkomin at ringja til Magnus Jørmundsson, virkisleiðara, á tel 282162.

Umsókn, lívsrensl og viðmæli skulu sendast til [email protected] og merkjast “Umsókn fulla tíð”.