Fiskarøktarar til smoltstøðina á Fútakletti

Fiskarøktarar til smoltstøðina á Fútakletti

Av tí at virksemið á smoltstøðini alsamt veksur, hava vit tørv á fleiri fiskarøktarum. Tú verður partur av einum stórum toymi av dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndum við aling.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

· røkta fiskin

· tryggja, at fiskurin trívist væl

· tryggja, at vatnið er gott

· ymist fyrifallandi arbeiði

Vit krevja onga ávísa útbúgving ella royndir. Vit læra teg upp.

Vit vænta tó, at:

· tú ert røkin og álítandi

· tú ert arbeiðssom/-samur

· tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

· tær dámar at loysa uppgávur

· tú ert áhugað/ur at arbeiða við djórum

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 til 16. Yvirtíð kann koma fyri.

Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

· góð og skipað arbeiðskor

· tíðarhóskandi amboð og útgerð

· eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum

· persónliga og fakliga førleikamenning

· eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Niels Andreasen, framleiðsluleiðara, 220355, [email protected] ella Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara, 210135, [email protected].

Umsóknir verða sendar [email protected] í seinasta lagi 13. mai 2024. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, av teimum eru 15 fiskarøktarar. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.