Sølufólk

Sølufólk

Hevur tú áhuga í designi og dámar tær at arbeiða við kundum? So er tað kanska tær vit leita eftir!
Vit í Vøruhúsinum hava tørv á einum framfýsnum fólki til sølutoymið við høvuðsdenti á sølu av møblum.

Um okkum
Vøruhúsið er ein fyritøka í menning, og hevur við sínum 61 árum á baki altíð strembað eftir at vera fremst – bæði tá tað kemur til góðsku og tænastu. Vit hjúkla um kundan, og hava ’gerandismarglæti til føroysku húsarhaldini millum okkara leiðarorð. Í dag er handilin kendur fyri at hava eitt breitt úrval av dygdargóðum húsbúnaði umframt kendar designvørur frá merkjum sum &tradition, Hay, Muuto, Casø, Skovby, Hammel, Vilmers v.m.

Vit bjóða tær

- Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góður møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning.
- At gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har allar røddir verða hoyrdar.
- Økisábyrgd í handlinum.
- Møguleika til at læra nógv um sniðgávu, búnýti og húsbúnað.
- Neyðuga upplæring.

Um teg
- Tú ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og áræðin.
- Tú dugir at lurta eftir ynskinum hjá kundanum, so tú fært ráðgivið og vegleitt kundan til bestu loysnirnar.
- Tað er ein fyrimunur um tú ert útlært sølufólk og/ella hevur royndir.

Løn verður sett sambært avtalu.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So ert tú vælkomin at ringja til Janus Poulsen, handilsleiðara á 542505 fyri nærri kunning.

Umsóknir skulu sendast til Peter Mouritsen á [email protected]. Vit lesa og viðgera umsóknirnar leypandi. Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða tó fegin eftir rætta umsøkjara. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.