Dámar tær væl sunnanfyri?

Dámar tær væl sunnanfyri?

So er eitt starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi kanska nakað fyri teg!

Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingum til eitt fast starv og eitt barsilsfarloyvisstarv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Um fasta starvið

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á seingjadeildini til setan 15. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er brot 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Um farloyvisstarvið

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til barsilsfarloyvisstarv í tíðarskeiðinum frá 17. maj 2024 til 15. maj 2025. Arbeiðstíðin er brot 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Um okkum

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at umsøkjarar:

· seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti

· hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum

· hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

· kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini

· hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

· hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit bjóða:

· ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað

· arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar

· mennandi uppgávur, har gerandisdagurin ikki altíð er eins

· skipaða innleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.

Setanartreytir:

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost [email protected] .

Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost [email protected] í seinasta lagi týsdagin 26. mars 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo