Námsfrøðingar til Dagstovnin við Stórheygg

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Stórheygg

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum, at byrja 9. august 2021, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri fulltíðarstarvi ella starvi við niðursettari arbeiðstíð.

Í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum og at vit øll trívast saman.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt arbeiðspláss har pláss er fyri villum og stillum. Góðar møguleikar til handaligt virksemi, góðar umstøður til námsfrøðiligt virksemi úti í náttúruni, góða tíð at fyrireika og at eftirmeta námsfrøðiliga arbeiði og alt møguligt annað.

Um námsfrøðingur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Stórheygg, Áarvegur 3, 420 Hósvík

ella

[email protected] 

Umsóknarfreistin er sunnudagin 20. juni 2021.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara á telefon 297255, ella Bjørg Lútzen varaleiðara telefon 297252. Og á heimasíðu okkara storheygg.fo