Skriva út
Lagt út: 06.05.2024

Talgreinari til Granskingarráðið

Dugir tú væl við tølum og mynstrum? Hevur tú fíggjarligt tev? Dámar tær at fara í smálutir? Megnar tú at taka samanum og miðla fløkt evni greitt? So er tað møguliga tær, ið vit leita eftir.

Granskingarráðið søkir eftir einum fulltrúa at starvast fulla tíð.

Starvið

Tú kemur at savna, skipa og greina hagtøl um gransking, menning og nýskapan, at arbeiða við fíggjarviðurskiftum og einum fjølbroyttum úrvali av uppgávum á teimum økjum, ið Granskingarráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

* savna, skipa og miðla hagtøl um gransking, menning og nýskapan
* arbeiða við fíggjarmálum og stuðulsumsóknum
* vera partur av toyminum í innlendis og altjóða arbeiðinum hjá Granskingarráðnum

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi í hagfrøði, fíggjarviðurskiftum, samfelagsfrøði ella líknandi.

Vit vænta, at tú hevur góðar KT-førleikar, og at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga.

Hagtalsarbeiði er ein munandi partur av starvinum. Tað er tí ein fyrimunur, um tú hevur royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð.

Starvsroyndir frá almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur.

Tað hevur týdning, at tú trívist væl í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tær dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Starvsstaðir

Høvuðsstarvsstaðið er í Granskingarráðnum. Arbeiðið við hagtølum verður gjørt í neyvum samstarvi við Hagstovu Føroya, har tann parturin av arbeiðinum fer fram.

Setanarviðurskifti

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn

Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til Granskingarráðið á starv@gransking.fo í seinasta lagi 29. mai 2024.

Starvið verður sett 15. august ella skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Sølvará, stjóra, á 567803.

---

Um Granskingarráðið

Granskingarráðið er almennur stovnur, sum umsitur fleiri stuðulsskipanir til gransking. Stovnurin samskipar føroysku luttøkuna í Horizon Europe við NCP tænastu og EURAXESS tænastu og annað altjóða samstarv. Stovnurin ráðgevur og kunnar eisini breitt um gransking, menning  og nýskapan. Granskingarráðið er skrivstova hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.  

Í Granskingarráðnum starvast 5 fólk. Granskingarráðið hevur skrivstovu á Bryggjubakka 12.