Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 26. mai 2024
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Leiðari til Ítróttaanlegg

Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum framsøknum og dugnaligum leiðara at standa á odda fyri stovninum Ítróttaanlegg, sum hevur um hendi allar ítróttahallir, fótbóltsvøllir og ítróttabreytir í kommununi.

Starvið verður sett skjótast til ber. 

Talan er um eitt spennandi starv, sum krevur góð leiðsluevni og eldhuga. Stovnurin er skipaður við tveimum rakstrarleiðarum, ein fyri vøllir og ein fyri hallir. Á stovninum eru uml. 20 starvsfólk, harímillum umsiting, toymir av hallar- og vallarvørðum við ymsum handverksfakligum útbúgvingum og toymi av reingerðarfólkum.

Leiðarin á Ítróttaanleggum hevur týðandi ábyrgd fyri nøkrum av størstu bygningum og anleggum í kommununi. Haraftrat stendur Ítróttaanlegg fyri at leiga út hallar- og vallartíðir, og hevur tí eisini nógv samskifti við ítróttafeløg, borgarar, sersambond, vinnu, konsertfyriskiparar v.fl. 

Tórshavnar kommuna raðfestir ítrótt og rørslu høgt og byggir støðugt ítróttaøkið út eisini til nýggjar ítróttagreinar og málbólkar. Sum leiðari fert tú at mynda stovnin og menningina av økinum, og hevur somuleiðis fíggjarliga ábyrgd av stovnsjáttanini. 

Leiðarin hevur virknan og leiðandi leiklut í sambandi við útbyggingar innan økið. Partur av hesum er eisini íløguverkætlanir og viðlíkahaldsætlanir. Ítróttaanlegg er stovnur við tilvísing til trivnaðarfyrisitingina í Tórshavnar kommunu, og stovnurin er í tøttum samstarvi við aðrar eindir og deildir innan kommunalu fyrisitingina. 


Høvuðsuppgávur

Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at skipa og menna virksemið soleiðis, at kommunan framhaldandi kann veita eina munadygga tænastu við hallum, vøllum og breytum í dagførdum standi. 

Tú skalt duga at síggja møguleikar og áhaldandi góðskutryggja arbeiðsgongdir, fyrisiting og tænastur, sum Ítróttaanlegg umsitur og veitir stóran part av degnum alt árið. Liður í hesum er at støðugt at tryggja, at samsvar er millum uppgávur og starvsfólkahópin bæði hvat førleikum og uppgávum viðvíkur. Partur av uppgávuni er eisini at fyrireika mál saman við trivnaðarstjóranum til politiska støðutakan.

Harumframt er talan er um eitt leiðarastarv, har gerandisrakstur, samskifti og samstarv fylla nógv. Tú kemur m.a. at:

  • raðfesta fíggjarligu stovnsjáttanina skynsamt
  • tryggja sunnan rakstur og regluligt samskifti við allar ítróttahallir, fótbóltsvøllir og ítróttabreytir í kommununi
  • samskifta við ítróttarfeløgini, Fótbóltssambandi o.o., t.d. við at luttaka teirra á fundum
  • hava fingurin á pulsinum við at luttaka aktivt í sambandi við alskins tiltøk
  • skipað skilagott viðlíkahald har reinførið er í hástæti, og samstarva við Bygningsdeildina um fremjing av víðlíkaldinum
  • raðfesta keyp av útgerð, vørum og tænastum
  • viðgera starvsfólkamál


Førleikakrøv o.a. 

Søkt verður eftir leiðara sum: 

  • hevur viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir 
  • hevur góð samstarvsevnir og kann veita góða tænastu til ítrótta- og frítíðarfeløg, borgarar og vinnu v.m.
  • hevur fakligar førleikar innan bygnings- og anleggsrakstur og viðlíkahald eins og fíggjarstýring 
  • megnar at skipa arbeiðið og at leiða starvsfólk við fjølbroyttum fakligum førleikum og uppgávum
  • dugir at ráðleggja, at seta mál og at fremja átøk 
  • dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • hevur góðan telduførleika


Setanarviðurskifti 

Starvið verður sett sambært avvarandi sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið / Figgjarmálaráðið og lønt sambært lønarstiganum hjá Tænastumannafelagnum í 35. lønarflokki.

Starvið er fulla tíð og væntast kann, at starvið inniber skeivar arbeiðstíðir.

Stovnurin er skipaður við tveimum rakstrarleiðarum, ein fyri vøllir og ein fyri hallir.

Sambært Barnaváttanarlógini, hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjarin verður settur í starv.


Umsókn og freist 

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. mai 2024.

Meira fæst at vita við at venda sær til Hermann Mortensen, trivnaðarstjóra, á telefon 30 20 10 ella á teldupost hermannm@torshavn.fo


_________________


Um stovnin Ítróttaanlegg 

Virksemisøkið fevnir um allar ítróttahallir í kommununi, t.e. Høllin á Hálsi, Gundadalshøllin, Fimi, Hoyvíkshøllina, Høllin í Kollafirði, Høllin í Skúlanum á Fløtum, Høllin í Skúlanum á Argjahamri, Høllin á Stórheyggi og Badmintonhøllina. Økið fevnir eisini um ávísar fimleikahallir í skúlum. Harumframt fevnir virksemisøkið um allar fótbóltsvøllirnar í kommununi, t.e. Ovari og Niðari vøllur í Gundadali, vøllurin Inni í Vika á Argjum, Hoyvíksvøllur, Eysturvøllur og Tórsvøllur stadion í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Økið fevnir eisini um Tórsbreyt, Tennisvøllin, ávíst frítíðarvirksemi í Bacalao, skoytubreyt v.m.

Ítróttaanlegg hevur eina brutto rakstrarjáttan uppá uml. kr. 17 mió. Vanliga eru fleiri íløguætlanir á økinum.