fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

16. mai 2024
Námslektarastarv í stjórnmálafrøði og leiðslu

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt fýra ára tíðaravmarkað starv sum námslektari í stjórnmálafrøði og leiðslu leyst at søkja. Vit sóknast eftir einum námslektara at undirvísa í stjórnmálafrøði, leiðslu og fyrisiting og at vera útbúgvingarleiðari á bachelorútbúgvingini í stjórnmálafrøði. Arbeitt verður á leið helvtina av tíðini á stjórnmálafrøðiútbúgvingini og helvtina á leiðsluútbúgvingini. Ein partur av undirvísingini fer fram um vikuskiftið (annaðhvønn leygardag).

 

Fleiri útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini eru tvørfakliga skipaðar, og tí kann tann, sum fær starvið, rokna við eisini at undirvísa lesandi á øðrum útbúgvingum á deildini.

 

 

Førleikakrøv

Fyri at verða sett/ur í starv sum námslektari er neyðugt at hava góðan fakligan førleika, í minsta lagi master- ella kandidatútbúgving innan stjórnmálafrøði. Haraftrat skal umsøkjarin hava royndir og/ella útbúgving innan leiðslu.

 

Góðir málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum eru krav, og tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur gott innlit í føroysk samfelagsviðurskifti.

 

Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur góðar undirvísingarførleikar, góð samstarvsevni og eisini er fúsur at arbeiða til frama fyri deildina í breiðari merking. Á deildini arbeiða umleið 30 fólk við ymiskum førleikum og á ymsum fakøkjum. Á deildini er gott og spennandi akademiskt umhvørvi við kjaki og samstarvi tvørtur um fakmørk. Vit rokna eisini við, at tann setti sær virðið í at samstarva tvørtur um fakmørk á deildini.

 

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Føroya landsstýri og AKF.

 

 

Umsókn

Við umsóknini skulu sendast lívsrensl, íroknað yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir møgulig vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt avrit av próvskjølum. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks.

 

Onnur viðurskifti

Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Umsóknarfrestin er 7. juni 2024. Starvið verður eftir ætlan sett í seinasta lagi 1. august 2024.

 

Dagligi starvsstaðurin er Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, dekan, tlf. 292597, erikah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

 

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.

 

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

 

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Umsóknarfreist: 07. jun. 2024
16. mai 2024
Dean of Faculty of Science and Technology at the University of the Faroe Islands

The University of the Faroe Islands is currently looking to appoint the next Dean of Faculty of Science and Technology to lead the development of the Faculty, including strategic leadership and management of staff.

 

The Faculty of Science and Technology offers higher education in biology, engineering, software engineering and data science. The Faculty has around 30 staff and 120 students, and is located in Sjóvinnuhúsið in Tórshavn. 

 

The Dean is part of the University senior management and reports to the Rector. The proposed start date is 1 August 2024 or as soon as possible. The position is limited to 5 years with the possibility to extend.

 

The University of the Faroe Islands is currently at an exciting development stage as the University’s strategic goals for 2020-24 are about to be realised. The University was recently assessed by an international review team whose recommendations for further development were reported in December 2022, and a new strategic plan for 2025-2030 is underway. The development of a new campus for the university in the middle of Tórshavn is ongoing.

 

The Dean’s responsibilities include:

·       Shaping the Faculty and carrying out the objectives and vision of the University and the Faculty.

·       Implementing and standardising the Faculty’s programme descriptions based on research and the University’s quality enhancement policy.

·       Developing the Faculty research profile and working towards increased collaboration both within and outside of the University.

·       Organising teaching and research staff teams and promoting collaboration, joint sense of responsibility and a positive work environment.

·       Staff relations and professional and personal development support.

·       Managing the Faculty’s finances and working with the University management and administration regarding financial matters and reporting to keep within the Faculty’s allocated margin of expenditure.

·       Having a close and consistent collaboration with the Faculty’s programme leaders and research leaders.

 

Qualification requirements

The Dean should be a researcher in a relevant field and have extensive experience and insight into higher education, research, and management, as well as the relationship between universities and society. Candidates are expected to demonstrate excellent management skills, ability to work purposefully and independently, as well as understanding the importance of communication.

 

Good language skills in Faroese, Scandinavian and English are preferred. It is expected that successful candidates, who are not native Faroese speakers, will acquire Faroese language skills within 3-4 years. See also the University’s language policy here.

The position will be filled according to the Regulations Governing Positions at the University of the Faroe Islands, which are available here.

 

 

Application and deadline

Applications must be submitted here no later than 7 June 2024. Applicants are requested to explain their vision for the development of the Faculty based on the criteria stated above.

Pay and conditions of employment are according to the collective agreement between the Ministry of Finance and the Faroese professional union Akademikarafelag Føroya.

For more information on the position please contact rector Martin Tvede Zachariasen at martinz@setur.fo, tel. +298 292506.     

 

About the University of the Faroe Islands

The University of the Faroe Islands is the primary higher education and research institution in the Faroe Islands, the nation’s only university and its foremost knowledge centre. The University undertakes research and provides research-based teaching of international standing. The University is comprised of five faculties and a central administration with more than 25 degree programmes, over 1,000 students, around 140 academic staff and 40 administrative and support services staff.

 

The University of the Faroe Islands promotes and contributes to a sustainable and innovative societal development, and plays a vital role within Faroese society, providing a scientific foundation for the country’s cultural, societal, and industrial activities.

 

The University is primarily funded by the government and is an independent public institution governed by its own Board of Directors. It organises its own activities according to the framework laid down by the 2008 Faroese Parliamentary Act on the University of the Faroe Islands with subsequent amendments. The University is committed to the principles of the Magna Charta Universitatum and protects and fosters academic freedom of the individual researcher, encouraging collaboration, critical discussion, and inquisitive and impartial pursuits for new information and knowledge.

 

In all that it does, the University is committed to equality of opportunity, to inclusivity, and to supporting the well-being of our students and staff in an environment in which all can thrive and flourish.

 

Umsóknarfreist: 07. jun. 2024
16. mai 2024
Dekanur til Náttúruvísindadeildina

Fróðskaparsetrið søkir eftir dekani at standa fyri menning av útbúgving og gransking á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Dekanurin hevur fakliga og fíggjarliga leiðslu av deildini, ábyrgd av starvsfólkunum og av at røkka strategiskum málum.

 

Náttúruvísindadeildin veitir m.a. hægri útbúgving í lívfrøði, verkfrøði, kt-verkfrøði og dátuvísindum. Náttúruvísindadeildin hevur umleið 30 starvsfólk og 120 lesandi, og heldur til í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

 

Dekanurin er partur av ovastu leiðslu Setursins og hevur tilvísing til rektaran. Dekanurin skal byrja í starvinum 1. august 2024 ella skjótast gjørligt, og starvið er tíðaravmarkað til 5 ár við møguleika fyri at leingja setanina.

 

Fróðskaparsetrið er í løtuni á einum sera spennandi menningarstigi, nú málini í strategiætlanini, Mál og mið 2020-2024, eru um at vera rokkin. Fróðskaparsetrið er eftirmett av einum altjóða toymi, sum í desember 2022 kom við tilmælum um tey næstu menningarstigini á leiðini, og nýggj strategiætlan fyri 2025-2030 er ávegis. Framstig eru gjørd viðvíkjandi menning av einum nýggjum og samanhangandi kampusi mitt í Havn.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá dekaninum verða at:

  • Mynda deildina og fremja setning og hugsjón fyri deild og stovn.

  • Verkseta og kjølfesta námsætlanirnar fyri útbúgvingarnar á deildini við støði í gransking og góðskupolitikki Setursins.

  • Menna deildina granskingarliga og virka fyri øktum samstarvi við aðrar deildir og umheimin.

  • Skipa undirvísingar- og granskingararbeiðið í starvsfólkatoymi og fremja samstarv, felags ábyrgdarkenslu og trivnað.

  • Hava starvsfólkaviðurskifti um hendur og stuðla undir fakligu og persónligu menningina hjá starvsfólkunum.

  • Hava fíggjarviðurskifti um hendur og samstarva við leiðslu og fyrisiting um fíggjarstýring og rapportering til tess at halda tillutaða fíggjarkarmin hjá deildini.

  • Hava neyvt samstarv við útbúgvingar- og granskingarleiðararnar á deildini.

 

Førleikakrøv:

Dekanur skal vera granskari á viðkomandi granskingarøki og hava royndir og innlit í universitetsútbúgvingar, gransking, leiðslu og samanspælið millum stovnin og samfelagið sum heild. Vit vænta, at tú hevur góðar leiðsluførleikar, at tú arbeiðir málrættað og sjálvstøðugt, og at tú hevur tev fyri týdninginum av samskifti.

 

Góður málkunnleiki í føroyskum, skandinaviskum og enskum er til fyrimunar. Væntað verður, at umsøkjarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og verða settir í starv, innan 3 til 4 ár ogna sær førleika í føroyskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her.

 

Umsókn og freist:

Umsóknarfreistin er 7. juni 2024. Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Biðið verður um, at tú í umsóknini greiðir frá tínum hugsjónum fyri menning av deildini við atliti at krøvunum, ið eru sett omanfyri.

 

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Martin Tvede Zachariasen, rektara, á martinz@setur.fo, tel. 292506.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.

 

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

 

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Umsóknarfreist: 07. jun. 2024
06. mai 2024
Skrivstovufulltrúi/Skrivstovufólk til Fróðskaparsetrið

Eitt starv sum skrivstovufulltrúi á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast til ber.

Fróðskaparsetrið er í støðugari menning við nógvum spennandi útbúgvingartilboðum og granskingarøkjum. Starvið fevnir um arbeiðsuppgávur í sambandi við lestrarfyrisiting av útbúgvingartilboðunum á Setrinum, sum Lestrarskrivstovan tekur sær av.

 

Starvsøki:

Lestrarskrivstovan hevur eitt breitt arbeiðsøki, ið millum annað fevnir um:

    •   at leggja til rættis og avgreiða próvtøkur
    •   taka móti umsóknum og skráseta nýggj lesandi
    •   útskriva prógv og váttanir
    •   samskipa prógvhandan og innleiðslu
    •   málsviðgera lestrarmál
    •   avgreiða samsýningar fyri undirvísing, vegleiðing og próvdøming
    •   aðrar fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við lestur

 

Á Lestrarskrivstovuni arbeiða vit í felag við uppgávunum í toymum, og tú kemur at taka lut í toymisarbeiðinum, umframt at tú fært ábyrgd av ávísum uppgávum. Okkara arbeiðsuppgávur verða loystar í tøttum samstarvi við avvarðandi starvsfólk úti á deildunum. Eisini arbeiða vit miðvíst við at menna okkara arbeiðsgongdir og uppgávur, og hesum arbeiðinum kemur tú eisini at taka lut í.

 

Førleikakrøv:

Vit vænta, at tú:

    •   Hevur viðkomandi útbúgving innan fyrisiting ella skrivstovu
    •   Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
    •   Hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum, skandinaviskum og enskum
    •   Dugir bæði at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt
    •   Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
    •   Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
    •   Hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Tú søkir starvið her.

 

Freist

Umsóknarfreistin er 23. mai 2024


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rannvá Dávadóttur, lestrarskrivstovuleiðara, tlf. 292520, teldupostur rannvad@setur.fo.

 

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. 

 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 180 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.

 

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymisleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

Umsóknarfreist: 23. mai 2024
03. mai 2024
Vísindastarv í støddfrøði, kt-didaktikki og/ella náttúru & tøkni

Eitt adjunkt- ella eitt ph.d.-vísindastarv í støddfrøði, ella eitt tíðaravmarkað námslektarastarv í støddfrøði saman við kt-didaktikki og/ella náttúru & tøkni, verður hervið lýst leyst at søkja á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið skal setast frá 1. august 2023- ella skjótast gjørligt.

 

Til ber eisini at seta starvið sum hálvtíðar námslektarastørv.

 

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

 

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

 

Starvsøki
Starvið fevnir um at undirvísa á læraraútbúgvingini í støddfrøði (adjunkt ella phd-vísindastarv) ella í støddfrøði, og kt-didaktikki og/ella náttúru & tøkni (námslektarastarv). Granskingarøkið kann vera innan støddfrøði, kt-didaktikk ella alis- & evnafrøði í føroyska fólkaskúlanum, dagstovnum og miðnámi. Starvs- og granskingarøkið verður alt virksemið á Námsvísindadeildini, bæði á læraraútbúgvingini, námsfrøðingaútbúgvingini og eftirútbúgvingarøkinum. Harumframt verður roknað við luttøku í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya- umframt norðurlendskum netverkum og verkætlanum.

 

Førleikar
Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

 

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki.

 

Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu søkja eitt ph.d.-vísindastarv. Ph.d.-vísindastarv er eitt 4-ára útbúgvingarstarv.

 

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari er í undirvísingarstarvi og hevur vanliga ikki granskingarskyldu. Verður starvið sett sum námslektarastarv, er talan um 2 ára setan.

 

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

 

Góður málkunnleiki krevst, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

 

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

 

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

 

Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

 

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og upp til 5 vísindaavrik kunnu leggjast við umsóknini.

 

Løn og setanartreytir

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Fróðskaparsetið skilar sær rætt til at seta ein námslektara í eitt tíðaravmarkað 2-ára starv, við møguleika fyri flyting til ph.d.-útbúgvingarstarv, um tað vísir seg at vera besta heildarloysnin.

 

Freist
Umsóknarfreistin er 21. mai 2024. Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Nærri kunning

Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Fridu Poulsen, tlf. 299417, teldupostur fridap@setur.fo, útbúgvingarleiðara, ella Inga Højsted, teldupostur ingih@setur.fo, granskingarleiðara á Námsvísindadeildini.

 

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo 

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Umsóknarfreist: 21. mai 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor