Arbeiðsfólk til endurvinningarhøllina hjá IRF

image_pdf

Vit søkja eftir einum arbeiðsfólki til endurvinningarhøllina á Hagaleiti. Talan er um fulltíðarstarv í dagtímunum, og starvið er tíðaravmarkað til 31.01.2026 fyri starvsfólk í farloyvi.

Endurvinningarhøllin

Í endurvinningarhøllini á Hagaleiti í Leirvík verður pappír, papp, plast, v.m. skilt í hóskandi flokkar, buntað og sent uttanlands til endurvinningar. Nøgdirnar til endurvinningar eru vaksandi, og IRF arbeiðir fram ímóti at endurvinna so stóran part av burturkastinum sum gjørligt.

Í løtuni starvast fimm fólk í endurvinningarhøllini. Hesi hava starvast hjá IRF í nógv ár og samstarva væl.

Arbeiðsuppgávur

  • Skiljing av endurvinningartilfari
  • Móttøka av bilum, sum koma við tilfari
  • Reinhald av høllini og útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið

Vit vænta av tær, at tú

  • hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert røkin, álítandi og jalig/ur

Ynskiligt er, at tú kanst byrja uml. hálvan juni 2024, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Vit bjóða
Tú fært góða upplæring í starvinum, sum tú eisini fært møguleika at seta tín dám á. Á Hagaleiti er góð  matarskipan, og vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Sverra Danielsen, leiðara, á tlf. 234251 ella á telduposti sd@irf.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2024. Umsóknin skal sendast til starv@irf.fo.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.