MIÐLAGRAFIKARI VIÐ GÓDUM HUGFLOGI OG HUGI TIL FLOG”

MIÐLAGRAFIKARI VIÐ GÓDUM HUGFLOGI OG HUGI TIL FLOG”

MIÐLAGRAFIKARI
VIÐ GÓÐUM HUGFLOGI
OG HUGI TIL FLOG

Vilt tú vera við til at mynda grafiska samleikan hjá tjóðarflogfelagnum? Vit sóknast eftir einum miðlagrafikara til sølu- og marknaðardeildina hjá Atlantic Airways.

Tú verður partur av eini dynamiskari marknaðardeild, har ferðin ofta er høg, og arbeiðið er spennandi og fjølbroytt.

Á deildini starvast fýra eldhugað og dugnalig starvsfólk, og saman stendur toymið fyri allari marknaðarføring og grafiskum samskifti hjá Atlantic Airways.

Tú fert at hava ábyrgdina av at gera grafiskt tilfar til okkara samskiftismiðlar t.d. heimasíðu, Atlantic Review, sosialar miðlar, lýsingar og annað grafiskt arbeiði. 

Harumframt skalt tú eisini arbeiða við øðrum verkætlanum og uppgávum.

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú ert kreativ/ur, hevur eitt gott grafiskt eyga og ert ágrytin. Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl og í toymi, tú megnar at arbeiða undir trýsti og at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.

Tú dugir væl at brúka forrit sum Adobe Photoshop, Adobe Illustrator og Adobe Indesign og hevur góðan
kunnleika til sosialu miðlarnar, og hvussu hesir virka. 

Tú verður lærumeistari hjá okkara miðlagrafikaralærlingi, og tí er tað eitt krav, at tú ert útbúgvin (miðla)grafikari.

VIT BJÓÐA:

Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt spennandi, fjølbroytt og fleksibult starv, har tú fert at hava stóra ávirkan á grafiska samskiftið og samleikan hjá Atlantic Airways.

Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Lønin er sambært avtalu, og tú vísir til sølu- og marknaðarleiðaran.

ÁHUGAÐ/UR?
Fá fleiri upplýsingar um starvið frá Árna Olsen, sølu- og marknaðarleiðara, á tel. 213777 ella frá Elini Sigvardsen, HR-leiðara á tel. 213702.

Umsókn, lívsrensl (CV) og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 9. august 2021.

UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast í løtuni 130 eldhugað og tænastusinnað
starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri um-
heiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo