Heilsutrygd søkir eftir starvsfólki til kommunulæknaviðtalur

Heilsutrygd søkir eftir starvsfólki til kommunulæknaviðtalur

Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum at arbeiða í kommunulæknaviðtalu í Eysturoynni og Norðoyggjum. Talan er um 3-4 frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar (vika 26- 33) og tvey tíðaaravmarkað størv at byrja skjótast gjørligt.

Størvini
Størvini eru kommunulæknaviðtalum í Skálafjarðar læknadømi (Skálafjørðurin) og Norðoya læknadømi, (Klaksvík).

Fyri frítíðaravloysarastrøvini er talan um fulla tíð í nevnda tíðarskeiði. Fyri tíðaravmarkaðu starvið á Skálafjørðinum er talan um 0,6 starv og í Klaksvík er talan um fulla tíð, og verða hesi at setast skjótast gjørligt.


Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella hevur líknandi útbúgving. Møguliga ert tú eisini undir útbúgvin til omanfyri nevndu fak. Ella kanska ert tú læknalesandi. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini samstundis og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum . Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu.

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar - og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: [email protected]

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. mai 2021 kl. 12:00 .

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Martin Hansen á Heilsutrygd, á tlf. 614003.