Tekniskur leiðari til P/F Fjarhitafelagið

Tekniskur leiðari til P/F Fjarhitafelagið

Søkt verður eftir tekniskum leiðara at byrja skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið ger stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv:
Tað er ein treyt, at tú ert útbúgvin maskinverkfrøðingur, maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

Vit leggja dent á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur, nærlagdur og hevur góðan kt-kunnleika.

Arbeiðsuppgávur:
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um planlegging av viðlíkahaldi av netinum, eftirliti við útbyggingum, kundatænastur, o.a.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til

Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn
Ella sum teldupostur: [email protected]

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2022.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062.
Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo