Netumsitari hjá NEMA?

Netumsitari hjá NEMA?

Nema leitar eftir einum nýhugsandi og eldhugaðum serfrøðingi við stinnari tøkniligari vitan um KT-infrastruktur, sum kann bjóða okkara kundum dygdargóða ráðgeving.

 

Sum netumsitari veitir tú tøkniliga vegleiðing, uppseting, ráðgeving og umsiting av tænastum, samstundis sum tú tryggjar, at skipanir og tænastur eru hentar hjá kundanum at nýta. Starvið krevur góða kundarøkt.

 

Vit vænta av tær, at tú ert áhugaður at læra teg ta nýggjastu tøknina og harvið støðugt menna tínar førleikar – við okkara stuðli.

 

Ábyrgdir

1. At ráðgeva uttanhýsis og innanhýsis kundum.

2. At tryggja reglusemi í avtalaðum tilgongdum og mannagongdum.

3. At tryggja góðsku í útflýggjaðum tænastum og harvið kundanøgdsemi.

4. At vera við til at seta í verk innanhýsis og uttanhýsis verkætlanir.

5. At samstarva við starvsfelagar og stuðla teimum at loysa trupulleikar.

6. At sýna støðuga framgongd tá ið tað snýr seg um tøkniliga vitan og førleikar.

 

Førleikar, vitan og royndir

Vit leita eftir tær, sum hevur royndir við Windows Server og/ella Linux-ambætarastýrisskipanum, Hypervisors og netverk.

 

Um teg

Tú hevur eina professionella tilgongd, er tænastusinnað/ur, ert opin og forvitin. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema.

 

Um Nema

Vit eru ein vinarlig, miðvís og framsøkin fyritøka.

 

Vit leita eftir dugnaligum og eldhugaðum starvsfólki at koma upp í okkara vaksandi toymi.

 

Í okkara fyritøku verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum. Vit eggja til nýskapan, hugskot og at menna okkara starvsfólk alla tíðina.

 

Vit vilja vera í støðugari menning og gera hvønn dag betri enn í gjár – sama um tað snýr seg um persónliga framgongd, at samstarva sum eitt toymi ella kundatænastu.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Steingrím Ósá, tel. 794 240 ella á [email protected].

 

Tíðarfreist

Seinasta freist at lata umsókn inn er sunnudagin 1. aug. 2021

 

Samband

Umsókn við próvskjølum skal sendast til [email protected]