SSP ráðgevingin søkir eftir ráðgeva

SSP ráðgevingin søkir eftir ráðgeva

SSP-ráðgevingin søkir eftir fólki við serligum atlitið til góðar miðlavanar og annars verða partur av arbeiðinum, at menna SSP-arbeiði kring landið.

Tín leiklutur

Bulurin í arbeiðinum er at ráðgeva foreldrum á foreldrafundum og á fundum við starvsfólk og næmingar í skúlum og dagstovnum.

Tú skalt ganga á odda, og kveikja bæði børn og vaksin.

Væntað verður

  • At tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við fyribyrgjandi arbeiði
  • At tú ert forvitin, kannandi, tekur á byrgd og gevur t í tt íkast
  • At tú hevur gott innlit og áhuga í sosialu miðlarnar, og hvar børn og ung ferðast á netinum.
  • At tú hevur eitt sjálvstøð ugt arbei ðslag og dugir at rað festa uppg ávurnar
  • At tú hevur eitt fjølbroytt mál í skrift og talu á føroyskum
  • At tú kanst átaka tær at umsita heimasíðuna og sosialu miðlarnar hjá SSP
  • At tú kanst traðka fram fyri minni og størri b ó lkum uttan ford ó mar og við opnum sinni
  • At tú hevur nakað upp á hjartað
  • At tú ert tænastusinnað/ur og fleksibul

SSP-samstarvið

SSP-samstarvið er tvørfakligt samstarv millum myndugleikar, stovnar og felagsskapir, ið arbeiða ella hava samband við børn og ung í aldrinum 0–18 ár. Høvuðspartarnir í SSP eru Skúlin, Sosialu myndugleikarnir í almenna og kommunala geiranum og Politiið. Arbeiðið verður skipað við eini ráðgeving, ið húsast saman við umsitingini hjá Kommunufelagnum.

Løn og setanartreytir

Starvið er 35 tímar um vikuna. Miða verður eftir, at viðkomandi kann byrja í starvinum 1. september 2021 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og avvarðandi yrkisfelag, t.e. AKF, BLF ella Starvsmannafelagið.

Á SSP.FO ber til at fáa innlit í virksemið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla Rubeksen, leiðara fyri SSP-ráðgevingina, á telefon 222498.

Umsóknir skulu vera SSP-ráðgevingini í hendi í seinasta lagi 10. juli 2021 á [email protected]