Leiðari til Effo á Argjum

Leiðari til Effo á Argjum

Vit sóknast eftir einum fyrikomandi, tænastusinnaðum og dugnaligum leiðara til Effo á Argjum at byrja skjótast gjørligt.

Starvið
Tú kemur at hava ábyrgdina av Effo á Argjum. Saman við starvsfeløgum fert tú at veita orku til okkara kundar.
Tínar høvuðsuppgávur vera at hava handilin væl skipaðan, so hetta gevur hægsta nøgdsemi millum kundar og starvsfólk - í einum ferðmiklum umhvørvi.
Aðrar uppgávur vera m.a., innkeyp av vørum, góðkenning av fakturum, samskifti við heilsølur, arbeiðsskema v.m.

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú hevur gott yvirlit, góð samstarvsevni og megnar at leiða eitt dugnaligt toymi av starvsfólki.
Neyðugt er at hava hóskandi royndir ella útbúgving. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Vit vænta eisini, at tú kanst taka eitt eyka tak, tá á stendur.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv við nógvum møguleikum og avbjóðingum í einum felagi, ið er í støðugari menning. Tú fært neyðuga upplæring og skeið. Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn og góðum starvsfólkatreytum.

Starvsviðurskiftir
Løn og setanartreytir sambært avtalu. Arbeiðsstaðurin er á Effo støðini á Argjum, Traðargøta 41, Argir.

Freist og samband
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Hilmar Sam Lamhauge á telefon 229090 ella [email protected]. Skrivlig umsókn skal sendast til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 29. august.
Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.


Um Effo
Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið bæði á landi og sjógvi. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar. Effo eigur helmingin av felagnum Vindrøkt, sum rekur vindmyllur í Vestmanna og á Gellingarkletti, og veitir grøna orku til føroyingar.

Harumframt eru 10 Effo støðir kring landið harav Effo rekur 7, sum allar selja gerandisvørur, skundverðar og brennievni.