Deildarleiðari til farloyvisstarv á tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Deildarleiðari til farloyvisstarv á tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Ert tú typan, ið elskar tilrættislegging? Dámar tær eitt dynamiskt arbeiði, har tú setur dagsskrána? So er starvið sum deildarleiðari á tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi júst nakað fyri teg!

Av tí, at okkara deildarleiðari á tænastudeildini fer í barsilsfarloyvi, sóknast vit eftir deildarleiðara at byrja 20.02.2023 ella eftir nærri avtalu og til 20.10.2023.

Starvið

Sum deildarleiðari á tænastudeildini hevur tú ábyrgd av at samskipa alla reingerð á sjúkrahúsinum og á vaskaríðnum. Á tænastudeildini starvast 16 fólk.

Harafturat hevur tú ábyrgd av goymsluni og at alt innkeyp verður gjørt við atliti til góðsku og kostnað. Sum deildarleiðari á tænastudeildini eru arbeiðsuppgávurnar sera fjølbroyttar. Deildarleiðarin er ein partur av leiðslutoyminum.

Goymsluviðurskifti er ein stórur partur av starvinum. Og er hesin parturin undir menning og fyllir tískil nógv av starvinum. Tú hevur nógv samskifti, bæði innanhýsis og uttanhýsis, eitt nú við veitarir og hini sjúkrahúsini í sjúkrahúsverkinum.

Um teg

Tú hevur viðkomandi útbúgving og skil fyri logistikki. Harumframt kann tað vera ein fyrimunir at hava leiðsluroyndir, tó ikki eitt krav.

Tað er neyðugt, at tú hevur góðar telduførleikar og góð samstarvsevni á øllum fyriskipanarstigum.

Tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og hevur harvið lýdni til sjálv/ur at skipa tín arbeiðsdag. Tær dámar fjølbroyttar uppgávur og ert fleksibul. Tú ert fyrikomandi og hevur eitt jaligt lyndi, ert nýhugsandi og hugsar loysnir framum trupulleikar.

Vit bjóða

Eitt støðugt, fjølbroytt og avbjóðandi starv, saman við nógvum góðum starvsfeløgum, í einum góðum og skipaðum umhvørvi.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Elin H. Bech, leiðara á tænastudeildini á tlf. 343279 ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á tlf. 343300.

Umsóknir v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 14. desember 2022 og kunnu sendast til

Suðuroyar Sjúkrahús

Att. Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri

Postboks 51

810 Tvøroyri

ella við teldupost til: [email protected] – frámerki: Deildarleiðari til tænastudeildina

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða
altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara
www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.