Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum til Sóljuhjarta, n ámsfrøðingar ið verða útbúnir í juni 2024, eru eisini vælkomnir at søkja størvini.

Vit søkja eisini eftir avloysarar, ið vit kunnu senda boð eftir, eftir tørvi.

Størvini eru til vøggustovu og barnagarð.

Um okkum:
Í Sóljuhjartanum eru 4 barnagarðstovur, 3 vøggustovur og 1 náttúrbarnagarður í Æðuvík.
Her starvast 45 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk, gott um tú eisini ynskir at verða ein av teimum!
Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.

Ert tú:

  • íðin, nærløgd/ur og álítandi
  • hevur umsorgan fyri børnum
  • leggur dent á námsfrøðiliga og fakliga menning
  • sært møguleikar í náttúruni og ger brúk av teimum í arbeiðinum
  • jalig/ur, opin og løtt/lættur at samskift við
  • fús/ur at átaka fjølbroyttar uppgávur
  • hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
  • megnar broytingar

So er hetta møguliga starvið til tín!

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin,leiðara tlf. 297171, umsókn & prógv skal sendast til [email protected]