Høgguslokkur til Knassar

Høgguslokkur til Knassar

Dagførd endurlýsing:

Í sambandi við økt virksemi leita vit eftir einum starvsfólki til fjølbroytt skrivstovustarv.

Tann, ið settur verður, fær ábyrgd av dagligu skrivstovuuppgávunum hjá fyritøkuni og skal saman við leiðsluni verða við til menna fyritøkuna frameftir. 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um: 
  • Bókhald, lønarflytingar, kreditor- og debitorrøkt v.m.
  • Skriva og umsita sáttmálar
  • Samskipan av verkætlanum 
  • Samskipan av support
  • Samskifti við kundar og starvsfólk í Føroyum og uttanlands 
  • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur

Vit vænta, at tú... 
  • ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smá­lutum
  • ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir 
  • hevur lætt við at seta teg inn í KT-skipanir dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu

Vit bjóða tær: 
  • eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum 
  • eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum 
  • at verða partur av einari fyritøku í vøkstri 
  • óalmindeliga gott kaffi

Løn- og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er fleksibul - við skrivstovu í Tórshavn. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn:
Umsókn skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 12. mars 2021.

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg í samband við Nikláa Nysted, stjóra, tlf. +298 73 33 30 / [email protected]

Knassar er føroysk KT fyritøka, sum mennir skipanir og tænastur til internetið. Fyritøkan eigur og rekur millum annað Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar. Umleið 15 fólk eru knýtt at fyritøkuni.